Heimasíða við túrum í føroysku náttúruni

Nú hiking.fo fer í umferð á alnetinum, er tað almannakunngeringin av fleiri ára arbeiði við at savna saman nærum allar hugsandi túrar í føroysku náttúruni.

Her eru kort, veðurupplýsingar, gps-data, myndir og aðrir brellbitar.

Allir túrar eru royndir og síðan skipaðir eftir torleikastigi. Tú kanst eisini bíleggja ein ferðaleiðara á síðuni.

Hiking.fo verður stutt sagt: Your guide to the outdoors in the Faroe Islands. Heimasíðan, ið eins væl er egnað til føroyingar sum útlendsk ferðafólk, er á føroyskum og enskum máli.

Heimasíðan hiking.fo er ment av Pól Sundskarð saman við Faroe Media.