Heimskend svimjistjørna í Vági

Heimskenda ungarska svimjistjørnan Katinka Hosszú er í hesum døgum í Vági á venjingarlegu og venur sjálvsagt í Páls Høll. Týsdagin var Dennis Holm borgarstjóri í Páls Høll og beyð Katinku Hosszú vælkomnari til Vágs.

Dennis Holm, borgarstjóri, beyð Katinku vælkomnari til Vágs og segði tað verða stóran heiður fyri Páls Høll, Vág og Føroyar, at størsti kvinnuligi svimjari í heiminum nú var komin á venjingarlegu í Vági.

Katinka greiddi frá, at tey fyrrapartin høvdu verið á rundferð í nærumhvørvinum og at hon sjáldan hevði sæð so stórsligna náttúru, sum her á leiðini. Seinnapartin skuldu tey hava eina framløgu fyri føroyska svimjilandsliðnum, áðrenn hon fór at venja í Páls Høll.

Borgarstjórin greiddi Katinku frá Páls Høll og hvussu Páls Høll varð vorðin veruleiki við stuðli frá øllum í nærumhvørvinum, har Pál Joensen, sum Katinka sjálvandi hevði hoyrt um, var stóri íblásturin. Katinka visti eisini um, at litavska heimsstjørnan Rūta Meilutytė hevði verið á venjingarlegu í Páls Høll.

Dennis Holm, borgarstjóri, handaði eisini Katinku gávur frá Vágs kommunu – handskar frá Sirri, myndabók úr Vági og so filmin um Nýggjárshaldið í Vági – og ynskti Katinku bestu eydnu í framtíðini, og segði at vágbingar nú hava fingið enn eina heimsstjørnu at heppa á við Olympisku Leikir í Tokoy í 2020.