Heimskendur svimjari á venjingarlegu í Páls Høll

Ol-gullvinnari, sum hevur heimsmet í bæði 50- og 100 m. bringu er næsta dagarnir á venjingarlegu í Páls Høll. Dennis Holm, borgarstjóri, gleðist um vitjanina.

– Tey ynsktu at fáa frið at venja og siga at tað er trupult nú tað stundar ímóti Heimsmeistarakappingini í Ungarn. Tey høvdu hoyrt um Páls Høll og settu seg í samband við okkum fyri umleið einum mánaða síðani, og vit játtaðu sjálvsagt, sigur Dennis Holm borgarstjóri í Vági við Fjúrtanda.fo.

Næstu vikurnar venur Litavska svimjistjørnan, Rūta Meilutytė, í Páls Høll. Talan er ikki um ein og hvønn, tí svimjarin hevur heimsmet í 50- og 100 m. bringu og er Ol-gullvinnari frá London.

Dennis Holm gleðist um at svimjarin hevur valt at koma á venjingarlegu í Vági, og hann sigur at tað eru stórtíðindi fyri Vág at ein so stór stjørna kemur at venja í Páls Høll.

– Tað hevur allatíð verið partur av okkara visjón at svimjarir frá útlondum hava venjingarlegu í Pálshøll. Tað vóru fleiri útlendingar á legu í fjør – bæði úr Danmark og Týsklandi. Men at ein so stór stjørna kemur er fantastisk reklama hjá okkum, sigur Dennis Holm.

Við Sudurras.fo sigur Jón Bjarnason, venjari hjá Susvim, at tað eisini er stórt fyri føroyskar svimjarir, at Litavski svimjarin hevur valt Páls Høll sum venjingarstað.

-Hetta fer at varpa stórt ljós á Páls Høll og Vág, tí Rūta er ein av heilt stóru svimjistjørnunum tá umræður bringusvimjing. Ikki minst, so er hetta eisini ein framúr møguleiki fyri okkara svimjarar, sum fáa møguleika at venja saman við av heimsins allar bestu bringusvimjarum, stendur at lesa á sudurras.fo.