Fríggjadagin 23. februar verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um tey 17 heimsmálini hjá ST, ið miða ímóti at loysa heimsins størstu avbjóðingar.
Magni Arge, fólkatingsmaður, skipar fyri ráðstevnuni. Við verða m.a. Mogens Lykketoft, fyrrverandi ST-aðalfundarformaður, Katherine Richardson, professari í havfrøði, Aksel Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal og Poul Michelsen, landsstýrismenn.
Í september 2015 settu Sameindu Tjóðir sær 17 mál, ið fevna um heimsins størstu trupulleikar, sum skulu loysast áðrenn 2030. Hesi mál eru sett, tí mett verður neyðugt at loysa trupulleikarnar, so øll kunnu liva eitt gott lív nú og samstundis lata komandi ættarliðum heimin í góðum standi. Málini hjá ST bera heitið “Heimsmálini” ella “Burðardyggu menningarmálini”.
Tey 17 heimsmálini snúgva seg m.a. um at basa fátækradømi, veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum.

Mogens Lykketoft var ST-aðalfundarformaður, tá ið tey 17 Heimsmálini hjá ST vórðu samtykt.
Á ráðstevnuni verður kunnað um ST-ætlanina, og hvussu tikið verður ímóti henni í Føroyum og Norðurlondum. Sjóneykan verður serliga sett á heimsmál nr. 14, sum snýr seg um havið og lívið i havinum, ið hevur so stóran týdning fyri Føroyar.
Fyrra part av ráðstevnuni fer Mogens Lykketoft, ið var formaður á ST-aðalfundinum, tá heimsmálini vórðu samtykt, at greiða frá visiónini handan ST-sáttmálan.

Aksel Johannesen løgmaður fer at røða um, hvussu Føroyar taka ímóti avbjóðingini
Aksel Johannesen, løgmaður, fer at røða um, hvussu Føroyar taka við avbjóðingini, meðan Anniina Kristinsson frá Norðurlendska Ráðharraráðnum sigur frá norðurlendskum átøkum og samstørvum viðvíkjandi heimsmálunum.

Anniina Kristinsson

Katherine Richardson
Í seinna parti fer Katherine Richardson, professari í havfrøði og limur í ST-nevndini, sum fylgir arbeiðinum við heimsmálunum, at røða um burðardygga nýtslu av tilfeinginum í havinum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, greiðir frá hugtakinum Large Ocean Nations, sum eisini fevnir um Føroyar.

Høgni Hoydal landsstýrismaður fer at greiða frá Large Ocean Nations

Ásmundur Gudjónsson fer at greiða frá verkætlanini Blue Fashion
Stjórin í NORA, Ásmundur Gudjónsson, fer at greiða frá verkætlanini Blue Fashion, meðan Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnu- og uttanríkismálum, fer at greiða frá altjóða leiklutinum hjá Føroyum í sambandi við heimsmálini.

Poul Michelsen landsstýrismaður fer at greiða frá altjóða leiklutinum hjá Føroyum
Ráðstevnan verður sett kl. 08.45 fríggjadagin 23. februar 2018 í høllini í Noðurlandahúsinum og endar á middegi.
Skráin fyri dagin:
Magni Arge, Fólkatingsmaður: Vælkomin:
Fyrri partur: Heimsmálini og vit
Løgmaður Axel Johannesen: Heimsmálini í Føroyum
Keynote: Mogens Lykketoft, fyrrverðandi aðalfundarformaður í ST: Unik aftale, der vil ændre verdens gang.
– spurningar
Anniina Kristinsson, rådgiver, bæredygtig udvikling, Nordisk Ministerråd: De nordiske lande og verdensmålene.
– spurningar
Annar partur: Havið sum heimsmál
Keynote: Kathrine Richardson, professari í havfrøði og burðardygd: Hvad betyder bæredygtighed, når vi taler om havets resourcer?
– spurningar
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri: Large Ocean Nations – oyggjar og høv fylla nógv á heimskortinum
Ásmundur Gudjónsson, stjóri í NORA: Blue Fashion – tá havið og mótin klæða hvørjum øðrum
Poul Michelsen, vinnu- og uttanríkismálaráðharri: Ein ábyrgdarfull tjóð í altjóða samfelagnum – Føroyar, ST og heimsmálini
– spurningar
Tiltakið er ókeypis og fólk melda til á facebook ella senda ein teldupost til tjodveldi@ft.dk