Heldur Ísland vera vakrari enn Føroyar

Íslenskur miðil hevur tosað við hálendskt par, ið hevur ferðast í Ísland og Føroyum. Tey halda Ísland vera dýrt, men betri enn Føroyar. 

Vísir.is hevur tosað við eitt par úr Hálandi, ið heldur, at Føroyar ikki eru líka penar sum Ísland. Jeen Holwerda, ið hevur ferðast við maka sínum, Petru Hofstra, í Íslandi í níggju dagar, sigur nevnliga við íslendska miðilin, at hóast Føroyar vóru bergtakandi, er Íslandi “nógv, nógv vakrari.”

Hann sigur, at Ísland er tvær ferðir so dýrt, sum tað, tey eru von við í Hálandi, men at ferðin tó hevur verið góð. Tey hava ferðast við Norrønu úr Føroyum við sínum Volkswagen “rugbreyði,” har tey hava goymt mat í kølitóli, soleiðis at ferðin ikki skuldi gerast ov kostnaðarmikil.

Um Føroyar sigur hann, at landið var øgiliga flott at koma til við sínum stóru fjøllum og djúpu dølum, men at fjøllini eru uppaftur størri í Íslandi. Tí er Íslandi so nógv flottari enn Føroyar.