Avnoktan stýrir orðaskiftinum

Ein stórur trupulleiki, ið at kalla allir serfrøðingar á økinum gera vart við, er tann lygukenda ignoransan og avnoktanin um, at tann nógv umrødda og mátbæra upphitingin av jarðarknøttinum er mannaskapt.

Ein teirra, ið hevur ávarað ímóti fossilari upphiting av jørðini í fleiri áratíggju, er ameriski alisfrøðingurin og granskarin James Hansen, sum árini 1981-2013 var stjóri á granskingarstovninum Goddard Institute for Space Studies undir NASA og við tilknýti til Columbia University í New York .

“Stýringin av orkutilfeinginum og sjálv skattaskipanin mugu gerast greiðari og lættari at skilja hjá hvørjum einstøkum borgara, og skal ikki loyva nøkrum fáum múgvandi at misnýta skipanina”, sigur James Hansen.

James Hansen gjørdi í 80-árunum vart við og prógvaði longu tá ovurhondsstóra vandan við at brenna fossil brennievni, tí tað fór at ávirka hitaskipanina á jørðini. Síðan tá hava vit verið vitni til, at miðalhitin á jørðini er vaksin, at ísurin við pólarnar er tiðnaður, at talið og vavið á stórum skógareldum er økt, at veðurlagið sum heild er vorið nógv meira skiftandi, við nógvum vindi, avfalli, hita og turki.

Hann hevur alsamt og áhaldandi víst á vandan við ótarnað at brenna fossil brennievni, serliga olju og kol og kallað alt hetta eina sjálvmorðmaskinu hjá fossilbrenni-riknu siðmenningini.

Eisini hevur hann vitnað framman fyri amerisku kongressini, gingið kravgongur, verið við til at mótmælt ímóti Keystone XL Pipeline og Big Coal.

Týdningurin av tí innliti, ið James Hansen hevur, og tað neyðuga í at gera nakað munagott á hesum øki straks, hevur ongantíð staðið klárari enn júst í hesum tíðum.

Vit hava altíð havt tær avnoktandi røddirnar í hesum týdningarmikla máli, og tað fara vit framhaldandi at hava.

Lesið greinina í fullari longd í tíðarritinum Rolling Stone her.

 



Ger viðmerking