Røðan hjá Peturi í Gong aðalstjórnarformanni, tá hann setti floksting Tjóðveldis í Hósvík fríggjakvøldið 24. mars 2017
Gott kvøld góðu tjóðveldisfólk, og vælkomin á floksting her í bygdahúsinum í Hósvík.
Eg skal ikki tríva so nógv í politikkin her í kvøld. Tað fáa vit ríkiligt høvið til í morgin. Tó so, heilt at lata vera við at fara í fisk kann eg ikki. Vit liva at kalla í einari kollveltingartíð, har vit fólkið bjóða kapitalinum av. Og tað er ikki bara spæl, tá mann dittar sær slíkt. Serliga ikki tá enntá fleiri fakfeløg hava antin fingið stokholmsyndrom, ella bara ikki tora annað enn at snakka kapitalinum eftir munninum. Og hjá summum av okkara fólkavaldu er persónliga trýstið stórt, og møguligar avleiðingar eins stórar. Tað er júst tá, eg hevði ynskt mær, at vit í Føroyum áttu fleiri góðar fólksins sosialistar, kanska ein sum Che, sum tordi og formáddi at standa kapitalinum kurl, og ikki bakkaði við fullari skrúvu so skjótt hann brølaði. Tíbetur hava vit nøkur av rætta kalibrinum í flokkinum, meðan onnur ikki eru heilt so sterk. Eg uggi meg kortini við, at vit Føroya fólk hóast alt enn hava møguleika at pointera okkara ognarrætt til landið og alt tað, ið hav og oyggjar geva av sær. Henda sjálvsagda rætt hava alt ov nógv fólk longu spælt sær av hondum.

Nógv fólk vóru komin til Hósvíkar á floksting at taka orðið og lýða á.
Í fjør hátíðarhildu vit 70 ára føðingardagin hjá fólkaatkvøðuni. Eitt sera væl eydnað tiltak, har tjóðveldisfólk um alt landið savnaðust til tónleik frá fleiri av okkara fremstu tónleikarum og røður. Fólkaatkvøðan, sum bleiv snúvningspunktið hjá øllum okkum tjóðveldisfólkum, har vit valdu frælsu leiðina sum tjóð, hóast vit blivu so dyggiliga sett uppá pláss stutta tíð seinni. Nógv føra fram, at hetta er bara søga. At tað hevur einki at siga í dag. Gamaní fáa vit neyvan viðhald í, at fólkaatkvøðan loksins verður effektiviserað. Men bara søgulig er hon als ikki. Hon slóðaði fyri, at vit enn í dag sleppa so frægt sum at meina nakað um okkum sjálvi. Og sjálvt um vit helst ongantíð skulu vænta, at størra maktin í suðuri nakrantíð fer at hjálpa ella stuðla, heldur tvørturímóti, so eiga vit rættin til sjálvi at avgera okkara framtíð, bara vit tora og megna at standa ímóti øllum hóttanunum og dómadagsprofetiunum, sum eisini í hesum máli hegla niðuryvir okkum hvørja ferð vit taka sjálvbjargni upp á tungu. Og tað má eftirhondini skjótt vera tíð uppá, at vit gevast við at hátíðarhalda eina gamla fólkaatkvøðu, og ístaðin byrja at hátíðarhalda okkara fullgilduga limaskap í ST sum tjóð millum hinar.
Eftir nøkur soltin ár vendu vit í fjør aftur til skipanina, har flokkurin veitir økisfeløgunum stuðul. Hetta er gleðiligt, tí tá vendir alt rættan veg. Tit eru lívsæðrar floksins, og tað er úti hjá tykkum, at alt birtist og nørist. Tað er tí av alstórum týdningi, at økisfeløgini hava so góð kor sum gjørligt at virka undir. Samstundis er tað eins týdningarmikið, at vit øll tora og sleppa til orðanna í øllum viðurskiftum floksins. Ikki soleiðis meint, at vit altíð eru 100% samd í øllum lutum, men vit eiga kortini at kunna kjakast um alt, t.d. her á árliga flokstinginum. Tað fari eg eisini at heita á tykkum um at gera. Takið orðið og sigi tykkara egnu hjartans meining. Og takið væl ímóti aftursvari. Einans soleiðis megna vit at skapa politikkin.

Landsstýrisfólk og tingfólk floksins vóru vælmøtt á flokstingi.
Tað gongur væl í Føroyum. Vøksturin sæst allastaðni, og arbeiðsloysi er í botni. Men vandi er í allari vælferð. Munurin á fólki veksur við tí rúkandi ferð. Og meðan tað gleðiliga hendir, at vit fáa fleiri og fleiri vælhavandi borgarar, fáa vit eisini fleiri og fleiri, sum ikki longur hava ráð at vera Føroyingar. Tá fleiri kunnu keypa bil fyri eina millión ella hús fyri fýra uttan at blunka, vita vit hvønn veg prísirnir fara. Og tá eru tað eisini fleiri, sum ikki megna at fylgja við. Tí er tað nokk so ironiskt í hesum góðu tíðum, at vit helst hava nógvar borgarar, sum ynskja búskaparvøksturin har, sum piparið grør. Tí hví í ólukkan skulu vit hava nakran búskaparvøkstur tá eg ikki fái nakað annað burturúr enn hægri prísir, munnu tey hugsa. Og tað er jú ein nokk so viðkomandi spurningur. Serliga fyri okkara flokk. Tí ynski eg mær, at vit í Tjóðveldi tora at melda heilt greitt út, at vit ynskja ikki stættarmun. At okkara politikkur opið og alment meldar út og tryggjar, at gjógvin ikki breiðkast meira, men heldur gert smalri. At nøkur so fara at rópa upp og bólka okkum undir øvundsjúku, má so bara vera tað. Tí tað kann hvørki vera stuttligt einki at eiga meðan summi rúka avstað við virðunum, eins væl og tað ikki kann vera serliga stuttligt at sita í allari sínari herligheit meðan alt ov nógv ikki eiga til dagin og vegin. Soleiðis skulu Føroyar ikki vera. Nullhugsjón í stættarmuni er eitt ediligt mál í sær sjálvum.
Nýliga kom Fjúrtandi aftur á gøturnar. Ella rættari í cyberspace. Hetta er ein ætlan, sum vit hava arbeitt leingi við. Og tað er okkara mál, at hesin tíðindamiðil fer at bera tíðindi úr øllum krókum í Føroyum, sæð úr okkara sjónarhorni. Politisk sum ópolitisk. Eisini vanlig gerandis tíðindi. Tað hevði tó verið so lætt at fari út við nøkrum populistiskum greinum, har mann við tunnum og østum óargumentum letur onkran úr, og tann vegin fekk skjótt publisity. Men tað man ikki vera sum annað enn at míga í buksurnar fyri at halda hitanum. Vit vilja heldur halda okkum til seriøsar journalistiskt undirbygdar greinar, sum geva lesaranum okkurt. Ella bara eina góða jaliga søgu onkrastaðni úr Føroyum. Hitt við bara at fortelja øllum um, hvussu forferdilig øll hini eru, tíma mentað fólk ikki longur. Og til hetta vænta vit góða hjálp og stuðul frá øllum økisfeløgum og øllum tjóðveldisfólki kring alt landið.
Við hesum seti eg flokstingið 2017 og ynski øllum eitt gott floksting.
Petur í Gong
formaður í aðalstjórn Tjóðveldis