Herurin úr Irak yvirtekur Kurdisk økir

Irakiski herurin hevur yvirtikið partar av kurdisku økjunum í Irak. Í síðsta mánaði atkvøddu kurdar fyri sjálvstøðugum stati. 

25. september atkvøddu kurdar í Irak, um hvørt Suður-Kurdistan framhaldandi skuldi vera partur av Irak, ella um kurdar skuldu stovna eitt sjálvstøðugt ríki. Av teimum 78 prosentunum, ið luttóku á fólkaatkvøðuni, valdu 90 prosent, at kurdar skuldu stovna egið ríki.

Men atkvøðan hevur at kalla onga viðurkenning fingið frá øðrum tjóðum, og skjótt varð boðað frá, at irakiska stýrið við stuðli frá Turkalandi og Iran ikki fór at góðtaka úrslitið. Tiltøk vórðu beinavegin sett í verk ímóti kurdunum í Suður-Kurdistan, ið økið, har atkvøtt varð fyri loysing, vanliga verður nevnt. Flogvøllir vórðu stongdir, og økið innilokað.

Í morgun skrivar BBC, at irakiska stjórnin hevur sent hermegi inn í Kirkuk, sum er ein av týdningarmiklastu økjunum hjá kurdunum í Irak. Kirkuk-økið er ríkt oljuøki, sum báðir partar eru serliga áhugaðir í og halda seg hava rætt til.

Sambært BBC boðaði almenna sjónvarpið í Irak frá, at ongin mótstøða var ímóti herinum, sum friðaliga kundi yvirtaka økið.  Hesum vísa kurdisku myndugleikanir aftur, og teir boða frá, at økið enn er undir kurdiskari stjórn.

Aljazeera sigur frá kurdiskum keldum, at fleiri kurdar lótu lív, tá ið irakiski herurin gjørdi innrás, men enn kann Aljazeera heldur ikki vátta um tíðindini eru sonn.