Hesi stilla upp til stýrisvalið á Setrinum

Á hvørjum ári bjóða lesandi seg fram til stýrið hjá Fróðskaparsetrinum, har tey lesandi hava eitt umboð og eitt varaumboð. Sjey fólk stilla upp til ársins val, sum verður dagarnar 11. til 18. desembur. 

Upprunaliga freistin at stilla upp til valið var 24. novembur. Tá ið avtornaði vóru ov fá, sum høvdu stillað upp. Freistin varð tískil útsett til 5. desembur. Tá ið seinna freistin var farin, gjørdist greitt, at heili sjey fólk stilla upp.

Seinasta árið hevur Silja Aldudóttir verið umboð fyri tey lesandi í stýrinum. Í fjør stillaðu fimm fólk upp. Tá greiddu 211 atkvøðu av teimum 816, sum vóru fulltíðarlesandi. Silja fekk 91 av atkvøðunum.

Stýrið er evsti myndugleiki hjá Setrinum. Sjey fólk sita í nevndini, har av landsstýrisfólkið í mentamálum velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim.

Valið verður skipað talgilt í tíðarskeiðinum frá mánamorgni 11. til mánadagin 18. desember á midnátt. Fulltíðarlesandi hava valrætt.

Valevnini eru í bókstavarøð eftir eftirnavni: 

  • Sólfinn Hansen, 1. árslesandi , M.A. í løgfrøði
  • Tráin Petursson Nónklett, 2. árslesandi, B.A. í søgu
  • Peter Smedskjaer, 1. árslesandi, B.Sc. í orkuverkfrøði
  • Ingilín D. Strøm, 3. árslesandi, B.A. í føroyskum
  • Bjørn Emilsson Thomsen, 1. árslesandi, B.Sc. í búskaparfrøði