Í samband við bókadagarnir hevur kapping verið um bestu permuna í 2017.
Á bókadøgunum, sum júst hava verið, varð kappast um bestu bókapermuna í 2017. 51 bøkur vóru í uppskoti og bøkurnar vórðu býttar upp í tveir bólkar – bøkur til vaksin og barna- og ungdómsbøkur.
Vinnararnir av kappingini gjørdust Alvi og glitursuttan, sum Olga Kruse hevur myndprýtt, og Tær bygdu land, sum er prýdd við málningi hjá Sigrun Gunnarsdóttur.
1600 fólk atkvøddu í kappingini á Facebook og á bókadøgunum. Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotanum og Gamla bókahandli skipaðu fyri kappingini.