Hetta er verri enn vit høvdu væntað!

Elsa Berg er í Barcelona og greiðir frá støðuni, nú valstøðini eru latin upp. Spanska løgreglan hevur steðgað fólki í at atkvøða fleiri staðni.

Í universitetinum í Barcelona eru fleiri ung hjálparfólk savnað aftur í dag. Universitetið hevur síðstu dagarnar verið karmur um fleiri tiltøk, sum fullveldissíðan skipar fyri.

Í dag er arbeiði serliga at greiða fólki frá, hvar valstøðini eru, og hvørji enn eru opin. Kl. 12:30 fingu vit at vita frá altjóðaskrivaranum í JERC, at 70% av valstøðunum eru enn opin. Á hesum støðum eru langar bíðirøðir, har fólk vilja greiða sína atkvøðu. Eisini stór valstøð eru enn opin, og hetta er at fegnast um. Talið av valstøðum, ið eru opnað, er nú nakað hægri, tí nøkur valstøð eru opnað afturat og fyri einum tíma síðan, hoyrdu vit, at talið var nærri 90 prosentum nú. 

Langar bíðirøðir vóru eisini við hini valstøðini, sum eru stongd, men harðrenda spanska løgreglan hevur brúkt makt og megi til at steðga fólki í at atkvøða, og í fleiri førum er hetta farið sera harðliga fram. Tað hoyrdist millum hjálparfólkini á universitetinum, at tey vóru strongd og stúrin. Hetta er ein støða, tey ikki hava upplivað fyrr.

“Er støðan tann, tit høvdu væntað ella verri?”, spyrji eg trý ung fóll. “Nei, nei, hetta er nógv verri, enn tað vit høvdu væntað”, vóru tey skjót at svara saman og suffaðu upp í saman. Tey hava tó sera týdningarmiklan leiklut, og júst hetta er drívmegin og málið um eina sjálvstøðuga katalanska tjóð er størri enn óttin fyri mótgangi.

Spanska løgreglan hevur ikki atgongd til universitetið, og tí koyrir arbeiðið, sum tað skal. Tey vænta tó, at løgreglan fer at koma fyrr ella seinni, men ætla sær ikki at bukka undir, men ætla sær at halda skansan væl og virðiliga.