Hevur sagt sína hugsan í málinum

Fríggjadagin gjørdu Dagur og vika eitt innslag, har sagt varð, at Kristina Háfoss ikki vildi úttala seg í skattamálinum um Eik Banka. Men Kristina Háfoss vísir á, at hon hevur sagt sína hugsan fleiri ferðir. 

– Tað kom kanska ikki serliga væl við, at niðurstøðan hjá løgfrøðinginum Bárði Larsen var, at lítið av veruleika var aftan fyri niðurstøðuna hjá Taks, sum minti líka nógv um fiktión, segði miðlamaðurin í Kringvarpinum fríggjadagin. Upptøkurnar vórðu tiknar, ímeðan Kristina Háfoss var á veg úr tingsalinum fíggjardagin. Uttan at verða fyrireika upp á tað, varð hon filmað, ímeðan hon var á veg úr tingsalinum. Yvirskriftin var: “Kristina rennur undan.”

Men Kristina Háfoss vísir staðiliga aftur, at hon hevur runnið undan at gera viðmerkingar til skattamálið.

– Eg havi úttalað meg í hesum málinum ótalligar ferðir bæði áðrenn og eisini aftaná, at frágreiðingin hjá Bárði Larsen varð kunngjørd og bæði til útvarpið og til sjónvarpið. Helst er hetta tað málið, ið eg havi gjørt flest samrøður við Kringvarp Føroya um yvirhøvur. Tað, sum síðan er hent, er, at fíggjarmálaráðið hevur álagt Taks at gera skrivligar mannagongdir fyri, hvussu størri skattamál skulu viðgerast frameftir, og hartil er málið sent fútanum, sum í løtuni viðger, um talan var um villeiðing av Taks ella ikki, greiðir landstýriskvinnan í fíggjarmálum frá.

Hon sigur seg langt síðani hava greitt Kringvarpinum frá, at hon metir tað vera skeivt at gera fleiri viðmerkingar til málið, áðrenn fútin er komin til eina niðurstøðu, men at hon fegin vil gera viðmerkingar, so skjótt fútin er liðugur at viðgera málið.

– Bárður Larsen sigur í frágreiðing síni, at ábendingar eru um villeiðing, ímeðan stjórin áTaks sigur, at talan ikki var um villeiðing, og júst hetta fer fútin at kanna. Tað hevði verið skeivt av mær alment at sagt ítøkiliga, hvat eg haldi um tann spurningin, meðan fútin hevur hann til viðgerðar. Tað hevði á ein hátt verið at lagt seg út í viðgerðina hjá fútanum, sigur Kristina Háfoss.

– Málið skal nú viðgerast hjá fútanum, sum síðan kemur við einari niðurstøðu, og tá er tíðin búgvin til, at eg sum landsstýriskvinna einaferð enn fari at gera viðmerkingar til ítøkiliga málið, sigur Kristina Háfoss at enda.