Heystskeiðið á ítróttaháskúlanum byrjað

Heystskeiðið á ítróttarháskúlanum í Vági er byrjað, og 32 næmingar eru skrásettir á skeiðinum. Næmingarnir eru úr Føroyum, Danmark og Onglandi. 

Mánadagin byrjaðu 32 næmingar á heystskeiðingum á háskúlanum í Vági.

Næmingarnir møttust í Stóra Pakkhúsi, har Guðmundur Joensen, leiðarin á háskúlanum bjóðaði vælkomin. Næmingarnir fingu eisini kunning um, hvussu intro-vikan fór at verða skipað, áðrenn farið varð undir heyskeiðið.

Á skránni var postarenning, kajakrógving, og dagurin endaði við grilling á Sandinum.

Teir 32 næmingarnar eru úr Føroyum, Danmark og Onglandi.