Hitler var drøggbundin

Hitler tók drøgg og onnur rúsevni í stórum nøgdum. Hetta verður avdúkað í væl undirbygdari bók eftir týska rithøvundin Norman Ohler.

Serliga var tað evnið metamfetamin, sum varð brúkt og misbrúkt víða um í Triðja Ríkinum, alt frá verksmiðjuarbeiðarum, hermonnum til høgtstandandi politikarar og embætisfólk, og kanslarin sjálvur fekk so nógv av rúsevnum frá sínum lívlækna, at hann mest sannlíkt hevur gingið skeivur dagliga.

Hetta verður avdúkað í væl undirbygdari bók eftir týska rithøvundin Norman Ohler – Der totale Rausch: Drogen im Dritten Reich – sum kom út í 2015.

Norman Ohler rithøvundur.

Søgan hjá Ohler byrjar í Weimer-lýðveldinum í teimum døgum, tá ið heilivágsídnaðurin har stóð í besta blóma. Landið var ein av fremstu útflytarum av morfini og kokaini, og narkotika var at fáa á nærum hvørjum gøtuhorni.

Tað var um hetta mundi, at næstu ráðgevar og stuðlar Hitlers royndu at framala eina glæstrimynd av honum, sum var hann ein støðufastur og sigurshugaður persónur, sum vildi stríðast ótroyttiligur til tað síðsta fyri sítt land, og aldrin loyva tí minsta sindri av eitri – ikki so frægt sum dropan av kaffi – inn í sítt reina likam.

Hóast nasistarnir lótust at vera hart ímóti øllum sløgum av rúsevnum, og serliga løgdu jødarnar undir at vera teir sum seldu og forpestaðu landið við hesum tramansskapi, so vóru narkotisk rúsevni vælkend og nógv brúkt í veitslum og samkomum í teimum nasistisku vinaløgunum.

Hesi rúsevni vóru ein kærkomin hjálp í royndini at halda eini heilari tjóð árvaknari, so hon var før fyri at fylgja tí sera virkisfúsa og ótroyttiliga føraranum.

Heilivágsverksmiðjan Temmler í Berlin framleiddi 35 milliónir tablettir av slagnum Pervitin fyri týska herin í 1940

Eitt virki, sum framleiddi heilivág í Berlin, kallað Temmler, fekk í 1937 patent uppá at framleiða eitt evnafrøðiligt metamfetaminslag, ið varð nevnt Pervitin. Hetta gjørdist skjótt sera væl umtókt millum manna og verð brúkt sum stimbrandi og avriksfremjandi. Evnið fekst uttan læknaváttan, og tað varð brúkt í góðgætisframleiðslu, eitt nú konfekt og sjokulátu. Eitt nú vóru kvinnurnar eggjaðar til at eta ein ella tveir bitar av hesum sjokulátagóðgæti, so at tær bæði lættari og skjótari kundu avgreiða tað húsliga arbeiðið, umframt at tær fóru at lætna, tí Pervitin ávirkaði matarlystin.

Pervitin var tað rúsevnið, sum týsku nasistunum dámdu best.

Tað var tó skjótt eftir at kríggi var brostið á, og serliga tey seinastu krígsárini, at hesi at síggja til óseku evni funnu leiðina fram til herovastaleiðslurnar, sum tóku tey til sín við opnum ørmum. Evnini høvdu tað serliga við sær, at tey, sum vórðu send í kríggj fingu dirvi til at fremja uppgávuna betur, og harumframt helt tað fólkinum vaknum nógv longri enn annars. Tí kundi hetta evni verða brúkt til heilt serligar uppgávur, har tað kravdist, at fólk skuldu vera vakin í fleiri samdøgur.

Myndin vísir Hitler merktan av møði og sjúku.

Lesi greinina High Hitler, sum stóð í The Guardian, tá ið bókin hjá Norman Ohler kom út á enskum í oktober 2016.

Hoyr Norman Ohler greiða frá og lesa burtur úr bókini