Høg eru harraboð!

Tryggvi Sondum er í dag 85 ára gamal, og hann minnist væl stríðið í 1946, tá ið fólkaatkvøðan um loysing var. Hann sigur, at nógv vóru ill um, at úrslitið ikki varð eftirlíkað.

14. september í 1946 var fólkaatkvøða um loysing í Føroyum. Dagurin er søguligur, men dagurin boðar eisini frá einum aldargamlum stríði um loysing og samband. Stríðið um loysing hevur staðið á síðan 1946, og røturnar hjá Tjóðveldisflokkinum ganga eisini aftur til 1946. Flokkurin var stovnaður í 1948 av teimum, ið róku fyri loysing í 1946.

Tryggvi Sondum er 85 ára gamal í dag, og hann var sostatt 15 ár, tá ið fólkaatkvøðan var. Hann minnist nógv frá valstríðnum, ið stóð á tá, tí sjálvur arbeiddi hann á Dagblaðnum, ið seinni gjørdist blaðið hjá Fólkaflokkinum.

Hongdi plakatir upp fyri loysing
– Ovild Didriksen hevði teknað plakatir til valið. Tað vóru litaðar plakatir, ikki bara svartar og hvítar,  greiðir Tryggvi frá.

Tryggvi var komin at kenna Ovild Didriksen á Dagblaðnum, har teir arbeiddi saman. Ovild Didriksen var dugnaligur teknari, og Tryggvi sigur, at tað faktiskt var skomm, at hann ongantíð var farin á listaskúla.

Til valið hevði Ovild teknað nakrar plakatir við hond. Hann sigur, at tað kann hava verið fyri Fólkaflokkin, men hann veit ikki heilt, um tað var fyri nakran, at plakatirnar vóru teknaðar.

– Hann hevði teknað eini 15-20 plakatir, og eg hjálpti honum at heingja tær upp í Havnini. Eg minnist serliga tvær hendingar í sambandi við tað, sigur Tryggvi.

– Tann fyrsta er, at vit blivu riknir burtur frá løgtinginum, tí har var ikki loyvt at heingja valplakatir, sigur Tryggvi.

Hin hendingin hevur kanska meira við sjálvt valstríðið at gera. Myndin skuldi vísa, at Danmark hevði svikið sína skyldu undir øðrum heimsbardaga.

– Nakað niðan fyri Tórshøll høvdu vit hongt eina plakat. Ein føroyingur var avmyndaður fremst, hann var minstur. Aftan fyri hann stóð ein nakað størri danskari, men aftan fyri danskaran stóð ein enn størri týskari í herklæðum, sigur Tryggvi.

– Boðskapurin var ikki til at taka feil av. Danmark hevði svikið sína skyldu, tá ið teir yvirgóvu seg til Týsklands. Teir skuldu verja Føroyar, teir skuldu verja Ísland, og teir skuldu verja Grønland, men lótu londini standa verjuleys, tá ið teir yvirgóvu seg til Týsklands, sigur Tryggvi.

Annars greiðir Tryggvi frá, at hann kendi onkran, ið hevði málað “Loysing” ímillum Glyvurs- og Kirkjubønes. Tað sást av øllum, ið sigldu út úr Havnini.

– Tað var helst serliga ætlað teimum, ið sigldu til Suðuroyar, tí har var meiriluti fyri sambandi, men tá ið sonur mín fyri nógvum árum síðan vandi rógving, segði hann at stavirnir enn sóust, sigur Tryggvi, sum metir at “Loysing” helst hevur staðið ímillum nesini í minst 35-40 ár.

Tjóðskaparlig familja
Tryggvi Sondum greiðir frá, at hann sjálvur kennir seg sum avbygdamann, hóast hann sum ungur flutti til Havnar. Hann hevur bæði búð í Sumba og í Skopun, umframt at hann fyrstu árini búði í Noregi, har foreldrini búðu í nógv ár. Familjan hjá Tryggva í Havn hevur verið í Havn í 189 ár, so tað er kanska ikki heilt av leið at kalla hann havnarmann hóast alt.

Tryggvi heldur, at tað ávirkaði foreldrini, at tey høvdu verið nógv ár í Noregi sum ung. Noreg hevði fyrst hoyrt til danska kongsríkið og síðan svenska, men gjørdist fullveldi í 1905, so tá ið pápin og mamman fluttu til Noregs ávíkavíst í 1923 og 1928, vórðu tey ávirkað av tí andanum, sum var í Noregi eftir loysingina.

– Noreg hevði verið undir útlendskum valdi í 600 ár, og eg haldi foreldur míni hava verið ávirkað av tí, sum hendi í Noregi.

Foreldrini fluttu til Føroya í 1935, har pápin skuldi vera blaðstjóri á Dagblaðnum. Men pápin andaðist í 1935, so Tryggvi minnist ikki nógv til pápan. Men familjan hjá Tryggva í faðirætt hevur havt serlig tjóðskaparbond.

– Hetta havi eg frá Regin hjá Bona. Hann var havnarmaður, og bæði foreldrini vóru úr Havn. Vit góvu báðir blóð, og einaferð kom bilur eftir mær á Gjaldstovuni og Regini á Sjóvinnubankanum, tí tey manglaðu blóð á sjúkrahúsinum. Aðrir sótu eisini í bilinum, har hava kanska verið eini fimm mans í bilinum, greiðir Tryggvi frá.

– Tá spurdi Regin meg: “Veitst tú, at føroyska flaggið fyrstu ferð veittraði í Havn í húsunum hjá ommu tíni?” Hann segði, at pápi hansara hevði sagt sær, at tað var antin í teimum húsunum ella á háskúlanum, sigur Tryggvi, sum greiðir frá, at Marius Rein nógv ár seinni hevði spurt hann um akkurát tað sama.

Omma Tryggva gjørdi av, at blái liturin í Merkinum skuldi vera eins og blái liturin í blómuni hoylús.

– Ein partur av flaggstongini er enn til. Hon brotnaði í storminum í fjør, men ein partur av stongini liggur í kjallaranum hjá systkinabarni mínum, sigur Tryggvi, men tað hoyrir enn meira til søguna.

– Mamma segði tað, at omma hevði eisini gjørt av, hvør blái og reyði litur skuldi vera í Merkinum. Eg minnist, at hon greiddi frá, at omma hevði sagt, at blái liturin skuldi vera sami litur sum í blómuni hoylús. Hoylús er sama blóman, sum ofta verður kalla “Gloym meg ei.”

“Høg eru harraboð, hægri eru Guðs boð”
Tryggvi greiðir frá, at av tí at hann ikki hevði verið so fast í Havn í nógv ár, kendi hann ikki nógv fólk. Men hann sigur, at tey fólkini, ið hann kom saman við vóru loysingarfólk, tí hevur hann eina betri fatan av, hvat tey, ið vildu loysing, hildu um úrslitið av fólkaatkvøðuni.

– Vit høvdu onki radio ella telefon tá, men tá ið vit fingu úrslitið, minnist eg, at mamma segði, at tað var ein lætti, at føroyingar høvdu valt loysing, greiðir Tryggvi frá.

Hann sigur eisini, at hann minnist, at fólk vóru ill um, at úrslitið av fólkaatkvøðuni ikki varð fylgt.

– Høg eru harraboð, hægri eru Guðs boð, sigur Tryggvi. Tað er týðiligt, at Tryggvi er lisin maður, og tríggjar ferðir í samrøðuni endurgevur hann orðatøk úr samlingunum hjá Hammershaimb.

– Orðatakið sipar til, at hóast føroyingar høvdu valt loysing, sendi kongur tingið heim, og tingið fór heim. Tann einasti, ið sat eftir var Jákup í Jákupsstovu, og hann varð blakaður út úr Javnaðarflokkinum aftaná, fortelur Tryggvi. Hann sigur seg ikki skilja, at løgtingið fór heim, tí fólkið í Føroyum hevði talað á fólkaatkvøðuni. Tað var greitt, at meirilutin vildi hava loysing.

– Fólkið, Guðs skapningar í Føroyum høvdu valt loysing, men kongur sendi tingið heim, slær Tryggvi fast.

Valmøguleikarnir til fólkaatkvøðuna í 1946 vóru hesir.

– Eg minnist eisini, at fólk, sum eg kendi søgdu, at Torstein Petersen hevði villeitt fólkið, sigur Tryggvi, sum greiðir frá, at Fólkaflokkurin ikki vildi hava fólkaatkvøðuna.

Torstein Petersen, formaðurin í Fólkaflokkinum var løgfrøðingur, men hann mælti samstundis fólki til hvørki at atkvøða fyri loysing ella uppskotinum frá donsku stjórnini, men bara skriva nei til, at tey ikki vildu hava danska uppskotið. Men allar atkvøðurnar, har “nei” stóð skrivað á, vóru sjálvsagt ógilduðar. Tí kundi úrslitið verið tíðiligari, um Fólkaflokkurin hevði rikið fyri loysing.

Fólkið í Koltri loysti
At tað hevur leikað hart á eftir fólkaatkvøðuna, tá ið úrslitið varð kunngjørt, er ongin ivi um. Tryggvi sigur frá, at í Koltri, har øll høvdu atkvøtt fyri loysing, vóru fólkini úr Koltri illa nøgd við, at loysingin ikki varð av nøkrum.

– Í Koltri høvdu øll atkvøtt fyri loysing. 11 atkvøður vóru fyri loysing. Ein var fyri sambandi, men hon var blivin brend, sigur Tryggvi.

– Men teir róðu úr Koltri til Velbastaðar, og tá róptu teir til Velbastaðar: “Vit hava loyst!” sigur Tryggvi, ið greiðir frá, hvussu ill summi vóru um úrslitið. Tað vóru søgur úr Suðuroy um, at millum annað Kristian Djurhuus, sum seinni gjørdist løgmaður, var í øðini um úrslitið.

At enda sigur Tryggvi, at hann sjálvur ongantíð gjørdist virkin í flokspolitikki. Systir hansara Ingrið Sondum var sum kunnugt varafólk fyri Tjóðveldisflokkin. Tryggvi sigur eisini, at hann varð biðin onkuntíð, um at koma upp í flokkin, men at hann bar seg tá undan av ymiskum orsøkum.