Høgni Hoydal: Samgongan er intakt

Høgni Hoydal segði við Kringvarpið á tíðindunum á middegi, at samgongan er intakt, og at semja er um fiskivinnunýskipanina.

Fyrr í dag visti Fjúrtandi at siga frá, at samgongulimir siga, at samgongan stendur saman, og at uppskotið um fiskivinnunýskipanin heldur fram eftir ólavsøku. Ávísir løgfrøðiligir spurningar skuldu svarast, men uppskotið var sum heild klárt at samtykkja.

Á middegi endurtók Høgni Hoydal fyri Kringvarpinum tað, sum tingfólk høvdu sagt við Fjúrtanda. Hann váttaði, at ávísir løgfrøðiligir spurningar vóru, ið skuldu svarast, men at semjan í samgonguni stendur við, og at ongin ivi er um, at samgongan er intakt.

Hann sigur eisini, at ætlanin er eisini, at fiskivinnunýskipanin verður galdandi frá 1. januar, tá ið verandi loyvir ganga út. Hóast ávísir løgfrøðiligir spurningar hava verið, er nógv arbeiði gjørt í samgonguni, og Høgni Hoydal heldur, tað kann vera gott, at samgongan fær møguleika at fara ígjøgnum uppskotið einaferð enn.