Høgni Hoydal og Bogi Jacobsen stjóri í Varðin Pelagic eru í stóran mun samdir um málið við fiskivinnunýskipanini, men ikki um kósina – m.a. skipan við uppoðssølu og anti-trust-reglum skilir
Gestarøðari á flokstingi Tjóðveldis í Hósvík hetta vikuskifti var Bogi Jacobsen stjóri á Varðin Pelagic á Tvøroyri.

Bogi Jacobsen stjóri í Varðanum Pelagic greiddi frá virkinum og týdninginum hjá teimum at fáa virðisøkt rávøruna.
Bogi legði fyri við at greiða frá stovnanini av Varðanum Pelagic og bakgrundini. Hann nevndi m.a., at ungu partnarnir meira bráðræsnir, teir eldri meira varnir. Vinnulívsfólk vóru sera ivasom um útlitini, kanska serliga tí virkið skuldi liggja í Suðuroy. Fyrsti banki, teir settu seg í samband við, noktaði. Næsti bankin játtaði ,eftir at teir høvdu fingið samband við útlendingar, føroyskar íleggjar og útlendskan banka.
Roknskapurin vísir eitt virði uppá 365 mió. kr., og fevnir um virkir, frystigoymslur og skrivstovur. Lønirnar eru uml. 55 mió. um árið.
Virkið hevur eisini brúk fyri fólki við útbúgving, og hevur sett bæði løgfrøðing, matvøruverkfrøðing, kemiverkfrøðing og laborantar í starv.
Tey virka pelagisk fiskasløg, so sum lodnu, sild, makrel og svartkjaft. Endamálið hjá virkinum er at fáa so stóra virðisøking sum gjørligt, og hetta gerst best við at tryggja bestu góðsku, trygga veiting og langa kreditttíð. Verða hesar treytir hildnar, fæst besti prísur, tí tá vil kundin gjalda meira fyri rávøruna.
Kappingin um kundan lækkar prísin
Bogi Jacobsen vísti á, at føroyingar ofta fara út at fiska, avreiða onkrastaðni, framleiða okkurt og selja síðan til onkran fyri tann prís vit fáa fyri hesa vøruna. Bogi Jacobsen mælir til, at vit venda tað á høvdið og heldur kanna, hvørjar vørur kundin vil hava. Hann vísti á dømi við lodnu, har japanarar vilja fegnir hava lodnu av kvennkyni, tí tann lodnan hevur rogn. Tí verður lodnan býtt sundur í kall- og kvennfiskar, og kvennfiskarnir verða seldir til Japans fyri meira enn dupultan prís.
Í fyrilestrinum legði Bogi Jacobsen fram tað sjónarmið, at kapping í Føroyum bert er til fyrimuns fyri útlendska keyparan, sum fær vøruna bíligari, tí vit kappast móti hvørjum øðrum við at lækka prísin. Tað er týdningarmiklari, at føroysku virkini tosa saman og royna at lyfta prísin uppeftir.Tað fer at gagna øllum føroyingum, helt Bogi Jacobsen.
Uppboðssølan av ivasamari kvotaøking

Høgni Hoydal vísti á, at ósemjan liggur í, um vit fáa størstu virðisøking við øktari kapping, ella við at halda fram at lata virðini til útvald virkir.
Stríðið um uppboðssøluna vísir seg í stóran mun at vera um ta stóru økingina í kvotu, sum føroyingar av sínum eintingum hava tilskrivað Føroyum, og sum tað framvegis er stór ósemja um við hini londini. Tí kann roknast við, at henda ónáttúrliga stóra kvotan, sum Føroyar hava, fer at minka, tá semja verður við hini londini um pelagisku fiskastovnarnar.
Uppskotið til fiskivinnunýskipan tekur ikki hesa ónáttúruliga stóru kvotuna sum grundarlag, men grundar útrokningarnar á ta kvotu, sum vit “eiga at hava” sambært millumtjóða avtalum.
Á flokstinginum vísti Bogi Jacobsen dømi um, hvussu gongdin hjá Varðin Pelagic hevði verið, um byrjunarárið var 2009.
Tølini hjá Boga Jacobsen vóru nógv viðgjørd, og víst varð á, at líknandi tøl hava verið førd fram av reiðarafelagnum. Høgni Hoydal vísti á, at tølini geva ikki meining, tí tølini eru grundað á 2009, sum er tað vánaligasta árið hjá Varðanum Pelagic, meðan øll tølini skulu ganga frá 2018.
Høgni Hoydal fíltist á, at hansara egna lógaruppskot verður tulkað fullkomiliga skeivt. Tað sum er rætt, er at verandi veiðiloyvi ganga út. Tað, sum verandi aktørar í pelagisku vinnuni fáa í boði er, at teir kunnu hava tað sum teir høvdu, áðrenn Føroyar av sínum eintingum fóru at hækka kvotuna av uppsjóvarfiski.
Lívligt orðaskifti var um ætlaðu uppboðssøluna. Høgni Hoydal dróg samanum við at siga, at ósemjan liggur í, um vit fáa størstu virðisøking við øktari kapping, ella við at halda fram at lata virðini til útvald virkir.

Jóhan Christiansen vísti á, at Varðin Pelagic rindar meira í tilfeingisgjaldi, enn tað kostar at reka Klaksvíkar sjúkrahús.
Johan Christiansen helt, at megintrupulleikin í dag er, at botnfiskastovnurin er niðurpíndur, men tann spurningurin verður als ikki viðgjørdur. Vit loysa ikki trupulleikan við botnfiskastovninum við at ála pelagisku vinnuna sundur. Týdningarmikið at vit duga at lurta eftir hvør øðrum, helt Johan Christiansen sum vísti á, Varðin Pelagic rindar í tilfeingisgjaldi meira enn hvat tað kostar at reka Klaksvíkar.
Vinnan mælir til brandskatting, tilfeingisrentu, fleiri aktørar og føroyskan partabrævamarknað
At enda í orðaskiftinum spurdi Annita á Fríðriksmørk Boga Jacobsen, hvat er alternativið til uppskotið hjá Høgna, og spurdi, um alt skal vera óbroytt.

Hvat er alternativið til uppskotið hjá Høgna, spurdi Annita á Fríðriksmørk.
Bogi Jacobsen hevði fleiri uppskot og helt, at tað er sera nógv skeivt í verandi skipan, m.a. at reiðarar kunnu selja loyvir teir hava fingið frá samfelagnum. Hann helt eisini, at tað er ikki torført at gera broytingar.
– Brandskatting tá fiskiloyvi verða seld, ella at krav um at levera fiskiloyvið inn aftur. Tilfeingisrenta er onnur loysn. Um hon er á einum støði, har øll gjalda sín part, so minkar virðið í fyritøkuni heilt munandi, og tað verður kanska ikki so áhugvert at vera í vinnuni.
– Tað, sum ger rokið er, at fólk síggja, at so nógvir pengar eru í vinnuni, segði Bogi.
Bogi Jacobsen ivaðist í, um øll skulu hava møguleikan at vera beinleiðis partur í vinnuni, og helt tað var betri um man hevur nakrar sterkar fyritøkur. Tær mugu tó ikki vera heilt fáar, men kanska einar 6-7 fyritøkur í vinnuni. Hinvegin helt Bogi Jacobsen, at ein føroyskur virðisbrævamarknaður kundi verið stovnaður, har allir føroyingar kundu havt møguleika at keypa seg inn í fyritøkurnar.