Høvdu eina yvirgangsmannin í kikarinum

Bretska fregnartænastan hevði kannað ein av yvirgangsmonnunum, ið drópu frá hond í london síðsta leygardag, men sleptu kanningunum, tí ongin illgruni var um ætlaðan yvirgang. 

Khuram Butt, ein av yvirgangsmonnunum í london síðsta leygardag, varð kannaður av bretskum myndugleikum í 2015. Hann var vorðin meldaður av tveimum fólkum – eini konu í metti, at hann royndi at radikalisera síni børn, og einum manni, ið ringdi til serliga telefonlinju, sum tekur ímóti uppkallum um extremistar.

Umboðsfólk fyri bretsku fregnartænastuna siga, at kanningarnar av Khuram Butt vórðu sleptar, tí at ongin illgruni var um, at hann ætlaði at fremja yvirgang. Khuram Butt var eisini við í eini dokumentar sending, sum Channel 4 gjørdi í radikalar islamistar. Har varð hann millum annað filmaður ímeðan hann kjakaðist við løgreglufólk, eftir at hann hevði sett eitt flagg hjá islamiska statinum upp í eini park í london.

Sjeyð fólk eru higartil dripin av yvirgangsmonnunum, ið stungu frá hond á london-bridge síðsta leygardag, ímeðan 48 vórðu løstaði. Enn eru 36 fólk á sjúkrahúsi, og av teimum 36 eru 18 í lívsvanda.

Tólv fólk vórðu handtikin beint eftir yvirgangsatsóknina, men tey eru øll leyslatin uttan ákæru.

Kelda: BBC