Hundrað fólk á bindiráðstevnu í Skálavík

Í hesum døgum er bindiráðstevna í Skálavík, har hundrað luttakarar úr øllum heiminum luttaka. Hanna á Reynatúgvu sigur, at tað hevur gingið væl higartil, og fólk lata væl at. 

Hanna á Reynatúgvu er ímillum fyriskipararnar á ráðstevnuna í Skálavík, sum er í hesum døgum.

– Tað hevur gingið væl, hóast tað er eitt putlispæl at fáa alt at rigga. Fólk búgva í summarhúsum ymsastaðni á oynni, men tað eru sjálvandi avbjóðingar í at húsa hundrað fólkum, sigur Hanna á Reynatúgvu, sum er ímillum fyriskipararnar á bindiráðstevnu í Skálavík í hesum døgum.

Tað eru umleið hundrað luttakarar á ráðstevnuni, og luttakararnir eru úr øllum heimi, og tað eru einans kvinnur í luttaka, greiðir Hanna á Reynatúgvu frá.

– Tær eru úr Japan, Onglandi, Hálandi, men sjálvandi eru tær flestu úr Norðurlondum, sigur Hanna á Reynatúgvu, ið leggur afturat, at tað eru fáar føroyskar konur, ið luttaka.

Tað er Sandoyar Kunningarstova, ið skipar fyri ráðstevnuni, og har hevur Hanna sjálv verið stjóri, tá ið fyrireikingarnar byrjaðu. Nú er Katrin Petersen leiðari, og tað eru tær báðar saman, ið hava skipað fyri tiltakinum. Súsan í Jákupsstovu hevur virkað sum fakligur ráðgevi.

– Fólk lata væl at, og alt hevur gingið væl higartil, sigur Hanna á Reynatúgvu at enda.

Ráðstevnan er liðug 2. juli.