Hvar er virðingin fyri okkara donsku brøðrum?

Fólkatingsval er í nánd, og skjótt fara núverandi føroysku fólkatingslimir at reypa um, hvussu nógv teir hava hálað til Føroya úr danska landskassanum. 3 milliónir her, og 7 milliónir har av donsku fíggjarlógini.      

Føroyingar ríkari

Uni Rasmussen, fíggjarmálaráðharri, hevur júst kunnað Løgtingið, at tey seinastu BTÚ-tølini vísa, at føroyingar eru ríkari enn danir í miðal. Bruttotjóðarúrtøkan var 404 t.kr. fyri hvønn føroying í 2020, meðan fyri danir var hon 399 t.kr. Hetta er uttan blokkstuðulin.

Tá ið blokkstuðulin verður roknaður uppí, so eru føroyingar eini 4-5% ríkari enn danir.

Hvar er virðingin?

Tað er ein keðilig støða, sum núverandi fólkatingsmenn seta føroyingar í. Fólkatingsmenninir trároyna danska landskassan eftir peningi at senda heim til Føroya, sjálvt um vit eru væl betri fyri enn danir.     

Hvat hugsa okkara frændur í landsynningi, tá ið teir frætta, at føroysku fólkatingslimirnir hála til sín úr teirra kassa? Føroyingar sum eru ríkari enn teir… 

Ja, men…

Summi hugsa tó, at tað er bara gott, at fólkatingsmenninir draga pening til mentanarligt virksemi o.a. í Føroyum, tí har manglar játtan á føroysku fíggjarlógini.

Hetta snýr seg tó bara um vantandi raðfesting, sum skyldast júst virksemið hjá fólkatingsmonnunum. Samgongan sleppur jú frá at raðfesta og játta pening til ávísar verkætlanir, tí hon veit, at fólkatingslimirnir fara at fáa peningin til vega á donsku fíggjarlógini.

Stoytandi er eisini at sanna, at t.d. í fjør øktu føroyingar makrelkvotuna við 60.000 tonsum; og í staðin fyri at selja nýggja tilfeingi á tilfeingisbúð, so varð tað givið burtur til pelagisku vinnuna.  

Hongur tað saman, at Sambandslandsstýrið gevur nýtt fiskatilfeingi burtur, samstundis sum sambandsmenn siga, at fólkatingslimirnir eiga at hála til Føroya úr danska landskassanum?

Hetta er ikki at vísa virðing fyri dønum.

Tað er tíð

Stundin er komin at aftur velja fólk á Fólkating, sum vísa virðing fyri dønum.

Føroyingar sum vilja samstarva við danir á jøvnum føti… og ikki misnýta danir fyri egnan vinning.