Hvat heldur tú um føroyingar Føroyar?

Tað hjálpir als einki upp á altjóða ímyndina av føroyingum, um vit verða kend sum ein tjóð full av rasistum. Hvat heldur tú um føroyingar Føroyar? 

Jónas Stórá skrivar fríggjadagsklummuna hesa vikuna, 

Vit kenna tað øll. Vit lurta eftir útvarpinum, trýsta á appina ella opna fartelduna og síggja eina grein við stórum gulum teksti, sum sigur BREAKING og kunnar um, at enn einaferð er tað ræðuliga hent, at ein yvirgangsatsókn hevur verið úti í heimi. Øll kunnu ivaleyst skjótt verða samd um at hetta er øtiligt, at ósek menniskju skulu lúta fyri eirindaleysum yvirgangsatsóknum. Men hvussu skulu vit føroyingar taka við, tá ið slíkt hendir nógv túsund míl frá okkara smáu oyggjum?

Aloftast eru yvirgangskropparnir fólk, sum hava víðgongdar átrunaðarligar áskoðanir, og at síggja til skulu vit tískil spilla ella hýsa teimum úti, sum hava rímiliga ella enntá hóvliga hugsjón um somu trúgv, men kortini verða sett í sama bás sum hini. Tey verða hongd út á alnótini og á mannamunni. Tað verður við harðrendum orðum sligið fast, hvar tey hoyra heima, og um tað hendir, at tey verða sædd í livandi loga, enda tey á Facebook, tá tey gera okkurt øðrvísi í Keypssamtøkuni. Eisini fara viðmerkjarar so langt at upplýsa lesaran, hvussu skjótt tað verður, at land okkara verður yvirtikið. Tað er heilt galið, at fólk kunnu vera so fordómsfull og halda seg vera meira verd enn onnur. Men tey, sum standa á odda, eru nokk eisini tey, sum ikki hava sett seg inn í tingini, men bara ganga útfrá at ditt og datt.

Ikki bert einaferð eri eg spurdur, tá eg havi verið uttanlands, av teimum, sum kenna til Føroyar, um tað ikki bara eru rasistar, ið her húsast – ella holast. Hetta haldi eg vera sera harmiligt. Tí ímillum tey, sum búgva her í Føroyum, eru tað ikki bara trongskygdir duravørðir, men eisini fordómaleysir, innbjóðandi vertshúseigarar, sum vilja geva eina hjálpandi hond ella tak yvir høvdið.

Tað er fleiri ferð komið fyri, at Føroyar verða settar í eitt ringt ljós – hvørt tað er vegna grindadráp ella eitt nú, hvussu harðrendir føroyingar eisini eru – ella hava verið – ímóti teimum samkyndu. Um hetta er órættvíst ella skeivt, mugu fólk sjálv meta um. Men at ilskast inn á hetta og samstundis brúka sosialar miðlar til at niðurgera eitt annað fólkaslag, hoyrir ikki saman. Tað hjálpir als einki upp á altjóða ímyndina av føroyingum, um vit verða kend sum ein tjóð full av rasistum. Hvat heldur tú um føroyingar Føroyar?