Hvussu hevur Sambandsflokkurin ráð til at geva burtur 60.000 tons av makreli?

Í farnu viku øktu føroyingar makrelkvotuna við 60.000 tonsum av makreli. Ein nýggj kvota, sum samgongan við Sambandinum á odda sigur skal gevast til núverandi aktørar.

Samstundis sum Sambandsflokkurin gevur pengar burtur, so trútta teir niður í føroyingar, at Føroyar klára seg ikki, uttan at danir senda okkum pengar. Uttan hesar donsku pengar verður ringur dagur, ljóðar frá sambandsmonnum.   

Hetta hongur ikki saman. Hvussu kann ein geva burtur so nógv við høgru hond, og so fara við vinstru hond og biðja um pengar frá dønum? Hvat býr undir?

Er tað soleiðis, at vit skulu hava danskar pengar, fyri at Sambandsflokkurin kann sleppa at donera okkara felags ríkidømi til eitt nú íslendingar og hollendingar? Hvat býr undir slíkum avgerðum?