Hybridbilar eru eingin grøn loysn

Tað hevur verið sagt fleiri ferðir áður, og verður enn eina ferð staðfest sum amen í kirkjuni, at plugin-hybridbilar eru eingin grøn loysn, og eiga tí ikki at fáa almennan stuðul, sum ískoyti til eina umhvørvisliga grønari leið at fara.

Tað er endaliga staðfest, at plugin-hybridbilar útláta tvær til fýra ferðir meira CO2-útlát í gerandisdegnum enn tá teir verða royndarkoyrdir fyri hesar somu eginleikar.

Tað eru ikki bilarnir sjálvir, sum eru syndararnir, men í størsta mun brúkarin, ið ikki er tilvitaður um at koyra “nóg grønt”. Ein plug-in-hybridbilur nýtist jú ikki verða el-løddur í tíð og ótíð, tá tangin er fullur av bensini kortini. Brúkarin er tískil ikki noyddur at løða battaríini í bilinum so ofta, at tað í gerandisdegnum ger ein grønan mun.

Ein stór kanning, sum fevndi um 100.000 plugin-hybridbilar í Kina, Europa og Norðuramerika, ið varð almannakunngjørd fyrr í summar í Environmental Research Letters, vísir greitt, at plugin-hybridbilar eru eingin grøn loysn. Eisini verður staðiliga mælt til, at almenni politikkurin, at stuðla plugin-hybridbilum við serligum umhvørvisstuðli, eigur at verða endurskoðaður.

Eins og í Føroyum hevur danska stjórnin samtykt at lata stuðul til at útvega plugin-hybridbil. Í Danmark snýr tað seg í miðal um at lata 108.700 kr í stuðli fyri hvønn bil. Í Føroyum er stuðulin umleið tað sama, hava vit fingið upplýst frá einari bilasølu, sum selir plugin-hybridbilar.

Í Danmark hevur stuðulin til plugin-hybridbilar havt ta óhepnu avleiðing, at søla av veruligum el-bilum er minkað munandi fyrstu hálvu av 2021, meðan talið á plugin-hybridbilum er vaksið munandi.

Ein miðal plugin-hybridbilur koyrir umleið 70 km fyri hvørja løðing. Sostatt er ein plugin-hybridbilur einans egnaður til býarkoyring, um hann skal koyra við el burturav. Verður koyrt longri teinar millum bygda, eru størri sannlíkindi fyri, at bensin verður brúkt, samstundis sum hugurin at løða battaríini viknar.

Sum skilst er talan um eitt dýrt mistak. Vit siga okkum arbeiða fyri at minka um útlátið av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum, men gera í veruleikanum tað mótsetta, enntá fyri skattgjaldarans pengar.

Í staðin fyri at veita studning til dálkandi bilar, áttu myndugleikarnir at lagt eyka skatt á hesar somu bilar, umframt á tað brennið, sum teir eru gjørdir til at brúka. Tá høvdu vit skjótt sæð tiltøk, ið kundu munað.