Í dag er Kristi Himmalferðadagur

Í dag er Kristi Himmalferðadagur, ið er dagurin tá vit minnast, at Jesus fór aftur til himmals. 

Kristi Himmalferðadagur er heilidagur í flestu vesturlondum, og dagurin verður hildin sum almennur frídagur, tá flestu arbeiðspláss halda frí.

Dagurin verður altíð hildin sætta hósdag eftir skírishósdag, og tí flytir hátíðin hvørt ár ímun til páskini.

Tað er óvíst, nær dagurin varð hildin fyrstu ferð, men tað verður skrivað um hátíðarhaldi í fjórðu øld og sostatt er talan um aldargamla hátíð.

Í Bíbliuni ber til at lesa um himnaferð kristusar í Ápostlinum 1.1 – 1.11. Her er brot úr tí tekstinum:

(3)Fyri teimum hevði Hann eisini, eftir at Hann hevði liðið, víst Seg livandi við mongum prógvum, við tað at Hann í 40 dagar læt teir síggja Seg, og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til. (4) Meðan Hann nú var saman við teimum, gav Hann teimum tað boð, at teir skuldu ikki fara úr Jerúsalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað – “sum tit”, segði Hann, “hava hoyrt Meg tala um. (5) Tí Jóhannes doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum, áðrenn nógvir dagar eru umlidnir.” (6) Táið teir nú vóru komnir saman, spurdu teir Hann: “Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?” (7) Hann svaraði teimum: “Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir og tímar, sum Faðirin hevur ásett av Sínum egna valdi. (8) Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.”
(9)Táið Hann hetta hevði sagt, varð Hann tikin upp, meðan teir sóu, og skýggj tók Hann burtur úr eygsjón teirra.