IKEA vunnið norðurlendskan málprís

Ikea hevur vunnið ársins málprís í norðurlondum fyri sína útbreiðslu av norðurlendskum máli og mentan. 

Norðurlendski málprísurin hevur verið latin síðan 2010 og verður latin fyri serligt íkast til frama fyri norðurlendskari mentan og máli. Eitt nú hava Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti í Íslandi og ungdómsrøðin SKAM vunnið kappingina fyrr.

Í ár verður prísurin latin heimsumfatandi húsbúnaðarfyritøkuni, IKEA. Grundgevingin er, fyritøkan hevur varðveitt svensk heiti á sínum vørum, hóast fyritøkan er vorðin heimsumfatandi.

– Á hendan hátt hava Ingvar Kamprad (sum stovnaði IKEA) og IKEA gjørt sítt íkast til, at bæði fólk í og uttan fyri Norðurlond hava givið sær far um norðurlendsk mál og mentan. Onki annað átak hevur á sama hátt slóða fyri, at ein so stór mong av fólki hevur tikið Norðurlond so tætt inn at sær bæði í máli og í heimum sínum, stendur millum annað í grundgevingini fyri, at IKEA hevur fingið prísin.

Invar Kamprad sigur við heimasíðuna norden.no, at hann sum orðblindur er serliga glaður fyri prísin. Hann sigur, at sum orðblindur skilir hann betur enn tey flestu, hvussu týdningarmikið mál er.

Les grundgevingina og viðmerkingar hjá Ingvar Kamprad her 

Hesi hava vunnið prísin fyrr: Fredrik Skavlan (2010), Timbuktu (2011), Ghita Nørby (2012), Vigdís Finnbogadóttir (2013), Jakob Oftebro (2014), Martti Ahtisaari (2015) og ungdómsrøðin SKAM (2016)