Ikki serliga norðurlenskt

Løgmaður hevði júst orðið á Norðurlandaráðsfundi, har málið um føroyskan limaskap júst nú er til viðgerðar. Hann kallaði tað lítið norðurlenskt ikki at vilja fevna um Føroyar eisini. 

Aksel V. Johannesen hevur júst havt orðið í orðaskiftinum um føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hann kallaði tað lítið norðurlenskt, at Norðurlandaráðið ikki vildi fevna um føroyskan limaskap. Hann mælti til at endurskoða Helsingfors-avtaluna, sum er grundarlagið fyri Norðurlandaráðnum og er gjørd ímillum fullgilduðu limalondini í ráðnum.

Løgmaður legði dent á, at føroyskur limaskapur ikki snúði seg um jura, ikki um føroysk og donsk viðurskifti, men um politiskan vilja í Norðurlondum. Hann heitti tí á Norðurlandaráðið um at viðgerða uppskotið á virðiligan hátt.

Jenis av Rana hevur eisini havt orðið, og bæði Høgni Hoydal og Pauli Trond Petersen eru á talaralistanum.

Grønlensku umboðini stuðla føroyingum. Íslendingar er ikki væl umboðaðir í ár, tí val júst hevur verið í Íslandi.

Til ber at fylgja orðaskiftinum her