Inuit tatoveringar koma afturíaftur

Áðrenn inuitsamfeløgini vórðu kristnað, vóru andlitstatoveringar partur av inuitmentanini. Nú hava fleiri fingið sær gomlu andlitstatoveringarnar aftur, skrivar grønlendski miðilinum Sermitsiaq.

Tatovørurin Maya Sialuk Jacobsen arbeiðir við at taka uppaftur gomlu mentanina við andlitstatoveringum. Saman við Holly Mititquq Nordlum stendur hon fyri verkætlanini Tupik-mi, sum hevur til endamáls at breiða út kunnleika um tatoveringarnar. Samstundis sum tær breiða út kunnleika um tatoveringarnar, læra tær eisini aðrar tatovørar gomlu kynstrini og arbeiðslagið.

Fyri seks árum síðan vóru tað uml. fimm kvinnur við inuit-andlitstatoveringum í øllum Arktis. Nú eru tað yvir 100, harav tær flestu eru í Kanada og Alaska.