Inntøkurnar í Vági hægri enn væntað

Týskvøldið samtykti Vágs kommuna roknskapin fyri 2016. Kommunan gjørdi fleiri íløgur, men inntøkurnar eru eisini vaksnar í farna árið.  

Vágs Kommuna gjørdi í 2016 íløgur fyri 8,6 milliónir. Ìløgurnar fevndu sambært heimasíðuni hjá Vágs kommuni um útbygging av Vágs Høll, dagføringar av bátahylinum; dagføringar í Heilsumiðstøðini; nýtt spælipláss og nýggjan telduútbúnað til Vágs Skúla; og asfaltering. Harumframt vórðu eisini í 2016 gjørdar íløgur í bæði vatnveitingina og spillvatnsskipanina, umframt at tað í 2016 eisini varð hildið áfram við miðbýarfríðkanini.

Inntøkumetingin hjá Vágs kommunu fyri 2016 vísti, at inntøkurnar fóru at verða 55,6 milliónir, men inntøkurnar vóru sjeyð milliónir meira enn væntað – tí vóru inntøkurnar 63 mió. kr.

Vanligi raksturin hjá kommununi kostaði umleið 54, 8 mió, og tað er væl minni enn raksturin var í 2015.

Roknskaparliga nettoskuldin hjá kommuni við árslok 2016 var 34,6 milliónir, og tað er 1,6 milliónir hægri enn í 2015.

Les meira um roknskapin á heimsíðuni hjá kommununi her 



Related Posts