Íslendski uttanríkisráðharrin: Avtalan hevur ikki rættarligt gildi

Poul Michelsen og íslendski uttanríkiráðharrin eru samdir um, at yvirlýsingin sum londini hava gjørt saman við Grønlandi, og sum danskir myndugleikar hava ógildað, ikki hevur rættarligt gildi. 

Fríggjadagin visti RUV.IS  at siga, at avtalan ímillum Grønland, Føroyar og Ísland, sum var undirskrivað í summar, er ógildað av donskum myndugleikum. Íslendski tíðindamiðilin skrivar, at Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri í Danmark, hevur mett, at sáttmálin fevnir víðari enn heimildirnar, sum Grønland og Føroyar hava í ríkisfelagsskapinum. Anders Samuelsen grundgevir millum annað við, at Føroyar og Grønland skulu halda seg innan grundlógina, sum hann metir avtalan ímillum londini í útnorði altso ikki ger. Hann sigur soleiðis í svari til sending hjá RUV:

“Stjórnin hevur onki ímóti einum góðum og fruktbarum samstarvi ímillum Føroyum, Grønland og Ísland. Tað vilja vit ikki standa í vegin fyri – tvørtur ímóti. Men samstarvið skal sjálvandi, í støðuni hjá Føroyum og Grønlandi, ganga fyri seg innan fyri formligu rammurnar, sum lógir í ríkisfeagsskapinum tilsskila, herundir grundlógin. Tað er av størsta týdningi fyri stjórnina at hava eitt konstruktivt samstarv í ríkisfelagsskapinum um tey uttanríkispolitisku mál, har Føroyar og Grønland hava sterk, legitim áhugamál.”

Sama søgan sum við Norðurlandaráðnum:
At danska stjórnin brúkar grundlógina sum grundgeving fyri at nokta Føroyum at luttaka í samstørvum, sum Føroyar vilha virka í, er ikki nakað nýtt. Í summar var grundlógin nýtt sum grundgeving fyri, at Føroyar ikki kundu fáa limaskap í Norðurlandaráðnum. Nevndin, sum hevði arbeitt við føroysku umsóknini grundgav tá við, at umsóknin var ímóti donskum lógum. Nevndin mælti til, at uppskotið ikki varð viðgjørt, men fall burtur.

Les eisini: Formansskapurin í Norðurlandaráðnum vil ikki viðgera føroyskan limaskap

Eftir tógvið stríð eyðnaðist tað tá føroyskum politikkarum at fáa útsett tað málið, soleiðis at endalig støða ikki skal takast um føroysku umsóknina fyrr enn næstu ferð Norðurlandaráðið hittist. Men nevndin, sum hevði arbeitt við umsóknini hjá føroyingum um limaskap, segði heilt greitt, at tað var føroyska støðan í ríkisfelagsskapinum, sum var grundin, til at føroyingar ikki skuldu gerast limir í Norðurlandaráðnum.

Føroysku og íslendsku uttanríkisráðharrarnir samdir:
Íslendski uttanríkisráðharrin Guðlaug Þór Þórðarson og Poul Michelsen, uttanríkismálaráðharri føroyinga eru samdir um, at talan ikki er um tjóðrættarligt samstarv. Báðir siga við íslendska ríkisútvarpið, at talan er um óformliga avtalu, har millum annað verður staðfest at ráðharrafundur skal vera einaferð um árið, eins og ein embætismannanevnd skal kanna núverandi samstarvið. Íslendski uttanríkisráðharrin fer so langt sum at siga, at avtalan als ikki hevur vakt ans, fyrr enn Anders Samuelsen setti hana úr gildi. Guðlaug Þór Þórðarson staðfestir eisini, at avtalan ikki er meira víðgongd enn eitt nú Hoyvíkssáttmálin, sum Føroyar og Íslands hava saman.

Les eisini: Ræður Anders Samuelsen í Føroyum?

Poul Michelsen sigur við íslendska útvarpið, at hann er samdur við íslendska starvfelaga sín. Hann heldur ikki, at talan er um eina formliga avtalu, ið á nakran hátt gongur ímóti ríkisfelagsskapinum. Tíðindini í Íslandi vistu eisini at siga, at Poul Michelsen ikki fór á fund um Arktis í Keypmannahavn orsakað av, at avtalan varð sett úr gildi. Hann helt ikki, at nakar legði í, um hann møtti á fundi.

Annars sigur íslendski uttanríkisráðharrin, at íslendingar ikki fara at blanda seg upp í ríkisfelagsskapin, og at hann vónar, at Føroyar, Grønland og Danmark loysa trupulleikan. Hann leggur afturat, at samstarvið í útnorði er ímillum vinir, og at Ísland eisini frameftir fer at røkja góða vinalagið.