Ítøkilig stig at banna vørum við mikroplasti

Floksting Tjóðveldis í Hósvík samtykti í gjárkvøldi einmælt at taka undir við uppskoti frá Unga Tjóðveldi, um at taka ítøkilig stig at banna vørum við mikroplasti.

Mikroplast er ein bólkur sum fevnir um alla plastbitlar sum eru minni enn 5 mm til støddar, bæði teir, sum eru gjørdir so smáir, og so teir sum eru brotnir niður í smáar bitlar.

Elsa Berg var framsøgufólk og legði uppskotið fram vegna Unga Tjóðveldi.

Uppskotið frá Unga Tjóðveldi fevndi bert um mikroplast sum tilætlað er gjørt sum smáir bitlar. Hesir eru at finna í eini ørgrynnu av evnum og lutum, sum vit brúka dagliga, so sum tannkremi, hársápu, máling o.ø.

Tað er týdningarmikið at minka um útláti av mikroplasti, tí við verandi gongd verður í 2050 líka nógv plast sum fiskur í havinum. Sum fiskivinnutjóð mugu vit gera okkara til at fyribyrgja hesum, helt Elsa Berg, framsøgufólk fyri Unga Tjóðveldi, ið legði uppskotið fram.

Norðurlond arbeiða við at kanna nýtsluna av mikroplasti í sminku, hársápu og tannkremi, og roynt verður at finna ein felags norðurlendskan leist.

Undir orðaskiftinum vóru fleiri sum undraðust á, hvat hetta mikroplast ger í okkara kremum og sápum. Tað kann vera ífylla, tað kann vera glimmur, og í t.d. skrubbikremi verður mikroplast brúkt ístaðin fyri náttúrlig skrubbievni, har sum fyrr aprikosskal ofta varð nýtt.

Gunnvør Hoydal vísti á, at plastdálkingin var ein alheims trupulleiki, ið alsamt fleiri lond nú kundu ásanna.

Upprunaliga mælti Unga Tjóðveldi til at banna allari sølu av vørum við mikroplasti í. Fleiri ivaðust í, hvussu realistiskt tað er at fáa alt mikroplast burtur. Millum annað varð ført fram, at talan er um so overhonds stórar nøgdir, at neyðugt verður helst at gera eina stigvísa raðfesting av, hvørjar vørur skulu bannast.

Unga Tjóðveldi tók viðmerkingarnar til eftirtektar og broytti uppskotið, soleiðis at ítøkilig stig skulu takast at banna vørum við mikroplasti. Hetta uppskot samtykti flokstingið einmælt.

Teir stóru fiskarnir heldur enn tannkrem

Fundurin hevði eisini viðmerkingar um tað vanliga plastið, sum rekst í náttúruni. Hetta kunnu vit gera nakað við her og nú. Summi lond hava longu tikið stig at bannað einnýtisvørum.

Sonni á Horni mælti til at hyggja nærri eftir teimum stóru dálkandi syndarunum heldur enn einari tupu av tannkremi.

Sonni í Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, helt, at vit skulu fara eftir tí stóru dálkingini heldur enn mikroplasti. Hann vísti á burturkast frá skipum, og kom síðan inn á útflutningin av fiski. Sum er verður allur fiskur til útflutnings fluttur í bingju til Havnar. At flyta eina bingju til Havnar dálkar líka nógv sum eini sethús dálka í eina viku. Og tað fer ikki bert ein bingja avstað hvørja viku, men ???? bingjur. Sonni á Horni mælti til at fokusera uppá hesa dálkingina, heldur enn upp á eina tupu av tannkrem.

Vigdis Johannesen helt tað bar væl til at stríðast ímóti mikroplastdálking og samstundis fara eftir teimum stóru syndarunum.

Vigdis Johannesen vísti á, at ofta verður sagt um máling, at valið er millum plast ella olju, men hon vísti á, at umhvørvisvinarlig máling er til. Máling er ein av stóru dálkingarkeldunum. Hon helt ikki at ein samtykt um at banna mikroplasti forðaði fyri at fara eftir teimum stóru plastdálkingunum í havinum.