Jared Kushner avhoyrast í dag

Í dag skal Jared Kushner, ið er ein av næstu ráðgevunum hjá Trump, avhoyrast í sambandi við valstríðið hjá Trump. 

Í dag skal Jared Kushner avhoyrast handan afturlatnar dyr um sambandið, sum Trump-valliðið hevði við Russland. Millum annað skal hann svara upp á spurningar um fundin við russiska løgfrøðingin, ið hevði lovað at veita upplýsingar um Hillary Clinton, ið kundu gera, at Trump vann valið.

Á fundinum við russiska løgfrøðingin var Donal Trump Jr. eisini til staðar, og hann hevur játtað at svara spurningum seinni, men hann hevur noktað at luttaka á einari almennari hoyringsrundu um sambond við russiskar myndugleikar.

Jared Kushner er ikki bara ein av næstu ráðgevunum hjá Trump, men eisini versonur hansara. Hann hevur lovað at vera samtarvsfúsur til avhoyringarnar, ið verða afturlatnar dyr.

Keldur: DR.dk og NBC NEWS.