Játtanin gevur úrslit

In.fo visti í gjár at siga, at fleiri serlæknar eru settir á landssjúkrahúsinum. Sirið Stenberg fegnast um, at serliga játtanin til serlæknar gevur úrslit. 

Í gjár visti in.fo at siga, at fleiri nýggir serlæknar eru settir á landssjúkrahúsinum. Í fleiri ár hevur annars verið trot á serlæknum, og tað hevði við sær at serstøk játtan var sett á fíggjarlógina til setan av serlæknum. Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, váttar sambært in.fo at serliga játtanin er ein grund til, at talið av serlæknum veksur. Sirið Stenberg fegnast um, at játtanin gevur úrslit.

– Ja tað at seta serstaka játtan av til útvegan av serlæknum hevur avgerandi týdning. Tað ger arbeiðið við rekrutering miðvíst og er eisini eitt greitt signal um, at vit hava tikið serlæknatrotið í álvara, sigur Sirið Stenberg í viðmerking.

Ein onnur grund til at talið veksur er eisini, at nýggj sáttmálaviðurskifti gera tað áhugaverdari hjá nøkrum læknum at fara í starv. Men Sirið Stenberg heldur, at frá politiskari síðu er týdningarmikið at halda fram við at seta játtan av til serlæknar.

– Arbeiðið má halda fram, neyðugt er komandi árini at seta játtanina á aftur, so vit fáa útvegað serlæknar og fáa teir at støðast. Eg síggi tað sum, at serlæknajáttanin er við til at fremja ætlaða endamálið og fari at arbeiða fyri at fáa nýggja játtan á aftur komandi árini, sigur hon at enda.



Related Posts