Javnaðarflokkurin heldur lív í asosialu samgonguni

Í dag, aftaná at Aksel V. Johannesen gav grønt ljós í Uttanlandsnevndini, undirskrivaði Jenis av Rana eina semju um radaran við donsku stjórnina.     

Vit kunnu tískil nú takka Javnaðarflokkinum fyri, at eingin hjálp verður givin til tey neyðstøddu, sum eru illa rakt av prísvøkstri, og at tann asosiali fiskivinnupolitikkurin sleppur at halda áfram. Javnaðarflokkurin hevur vælsignað asosialu samgonguna. Vinskapurin við Mette Frederiksen og donsku socialdemokratarnar varð tikin fram um møguleikanum at hjálpa vanliga manninum.

Ósamd samgonga

Samgongan var ikki samd um radaran í Uttanlandsnevndini, tí umboðini hjá Fólkaflokkinum fóru ikki at geva tilmælið til eina radarasemju. Har vóru tískil einans 3 samgongulimir út av 7 limum í Uttanlandsnevndini, sum fóru at mæla Jenisi av Rana til at undirskriva radarasemjuna. Við hesum hevði Jenis ikki mandat til at undirskriva eina semju, og harvið hevði tað enn einaferð enda við ruðuleika í samgonguni. Góð sannlíkindi eru fyri, at samgongan hevði slitnað av hesum. Men loyaliteturin hjá Javnaðarflokkurin til donsku socialdemokratarnar tryggjaði samgonguni ein meiriluta í Uttanlandsnevndini. Harvið syrgdi Javnaðarflokkurin fyri, at samgongan sleppur at duffa víðari við teirra ivasama politikki.

Sleppa at síggja

Javnaðarflokkurin roynir at verja sína avgerð við, at føroyingar sleppa at síggja allar myndir, sum verða tiknar av radarinum á Sornfelli… Hetta skal nokk passa, men sjálvandi bara inntil, at danir gloyma at vísa okkum onkrar ávísar myndir. Tað fer jú at henda.

Harumframt er tað jú áhugavert, at Javnaðarflokkurin roynir at benda tað til ein sigur, at vit, føroyingar, sleppa at síggja myndir, sum verða tiknir av einum tóli á føroyskari jørð av føroyskum loftrúmi.