Javnstøða snýr seg um alt samfelagið

9. juni gav felag, sum Unga Tjóðveldið er limur í, bók út um javnstøðu. Guðrun í Jákupsstovu hevur skrivað grein í bókini fyri Unga Tjóðveldið, ið snýr seg um javnstøðu í Føroyum. 

Hervør Pálsdóttir hevur skrivað, 

9. juni 2017 hevði European Free Alliance Youth bókaframløgu um nýggju bókina Feminism on the Peripheries of Europe. Hetta er eitt savn av greinum hjá ymiskum evropeiskum aktivistum. Guðrun í Jákupsstovu hevur skrivað eina grein í bókini um javnstøðu í Føroyum.

“Tað er týdningarmikið at undirstrika, at javnstøða snýr seg ikki bert um kvinnur. Tað snýr seg um okkum øll – alt samfelagið. Javnstøða snýr seg um at gera av við gamlar fatanir av mannfólka- og konufólkastarvi. Tað snýr seg um, at vit mugu hyggja at hvør øðrum sum fyrst og fremst menniskju við ymiskum førleikum og tørvum – ikki sum eitt kyn sum definerar okkara førleikar ella eginleikar”, skrivar Guðrun í Jákupsstovu á ut.fo.

Her kemur Guðrun í Jákupsstovu inná, at í Føroyum eru arbeiðspláss ofta søguliga sæð kynsbýtt. Hon vísir á, at kvinnur ofta taka sær av umsorganarøkinum og at hetta kann verða ein vansi fyri menn, tí teir ikki verða tiknar í líka stórum álvara sum foreldur. Hetta metir Guðrun, at ein broyting í barsilsskipanini kundi broytt uppá.

“At javnseta menn og kvinnur í barsilslógini er ein hornasteinur í at skapa størri javnstøðu í Føroyum. Úrslit frá m.a. íslendsku barsilslógini vísa, at um man markar nakrar mánaðar av tí samlaða barsilsfarloyvinum bert til menn, so er nógv størri kjansur fyri, at teir taka tað, enn um maður og kona kunnu býta farloyvið sína millum sjálv.”

Guðrun í Jákupsstovu vísir á, at tað er týdningarmikið, hvat vit leggja í børnini. Hon heldur, at vit mugu skapa fyrimyndir á tann hátt, at gentur og dreingir frá barnsbeini ikki halda seg bara kunna ávís ting, ið eru ætlað ávísa kyninum, men at vísa teimum, at tey kunnu blíva tað, tey vilja.

“Vit mugu skapa fyrimyndir fyri børn, sum vísa, at tey kunnu vera, júst hvat tey vilja – ein maður sum er pedagogur, ein kvinna sum stjóri.”

Øll greinin hjá Guðruni í Jákupsstovu kann lesa á her