Heilsutrygd hevur sett Joan Skibenæs í starv sum kommunulækna í viðtalu 2 í Skálafjarðar læknadømi.
Joan Skibenæs nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2009 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í mars 2017. Joan Skibenæs hevur virkað sum kommunulæknaavloysari í Skálafjarðar læknadømi síðan mars 2017.
Joan Skibenæs tekur við starvinum 1. februar 2018.
Runavíkar kommuna ynskir Joan til lukku við starvinum.