Jóngerð tekstilframsýning í Müllers Pakkhúsi

Hósdagin læt upp forvitnislig og litføgur tekstilframsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn. Tað er fyrrverandi landsstýriskvinnan Jóngerð Purkhús av Velbastað, ættað úr Klaksvík, sum hevur gjørt listaverkini.

Jóngerð Purkhús, sum í vár fylti 80, hevur í nógv ár seymað teppi og myndir. Hon upplýsir, at hugurin til handarbeiði altíð hevur verið stórur. Hon minnist, at hon broderaði á barnaárum. Tá kom Maja

Síðani kom lestur, arbeiði og politikkur upp í leikin, og tá var ikki so nógv orka brúkt til hondarbeiði.

Tá hon gavst sum landstýrisfólk, fyrst í 90unum, teknaði Jóngerð seg til skeið hjá Jórun Poulsen. Síðani er nógv gjørt.

Tað er serliga liturin, sum hugtekur Jóngerð í arbeiðinum við tekstillist.

Tað eru Jónhild Joensen og Randi Vang, sum hava hjálpt til við at fáa hesi verkini savnaði til eina framsýning sum hesa. Tær hava sjálvar royndir við framsýningum av slíkum slag.

Jóngerð hevur havt góðar lærarar at lagt lag á. Serliga eru tað Jórun Poulsen og Nomi í Dali, sum hon hevur lært ómetaliga nógv av.

Fleiri av verkunum eru applikatiónir, ið hava serstøk myndaevni, onnur verk eru teppir í alskyns litum.

Framsýningin hjá Jóngerð Purkhús læt upp seinasta hósdag og er opin til 26. august, hvønn dag frá klokkan 14 til 18.

 

Fýra megnar tjóðveldiskvinnur – Ingrið Sondum, Karin Kjølbro, Marin Katrina Frýdal og Jóngerð Purkhús