Á ráðstevnu á Christiansborg í dag, legði SAS-stjóri dýran við, at hansara felag ikki er úti upp á at troka Atlantic Airways av vøllinum í Føroyum. Tað uppáhaldið hevur stjórin í Atlantic Airways ilt við at taka fyri fult.

Magni Arge, fólkatingslimur, beyð vælkomin. Hann var eisini orðstýrari undir hoyringini.
– Vit eru ikki farin til Føroya fyri at kannibaliserað flogvinnuna har, men fyri at stimbra marknaðin, so talið av flúgvandi økist. Og har er pláss fyri tveimum operatørum á keypmannahavnarleiðini.
Tað segði Lars Wigelstorp Andersen, stjóri í Public Affairs and Infrastructure hjá SAS, á ráðstevnu – ella hoyring, sum tað formliga nevnist – um loftferðslu í útjaðarum á Christiansborg í dag.

Lars Wigelstorp Andersen, stjóri í Public Affairs and Infrastructure hjá SAS, legði dýran við, at skandinaviski flogrisin ikki var nakar kannibalur, sum var komin til Føroya fyri at slúka Atlantic Airways.
Hann legði eisini dent á, at SAS ikki selur neyvt somu vøru sum Atlantic Airways.
Men at SAS ikki ætlar harða kapping, tekur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, ikki fyri fult.
– Um tað ikki er fyri at vinna eina kapping, hví marknaðarføra tey seg so so ógvusliga, sum tey gera, spyr hon.
Fleiri fara at flúgva
Hon sær fyri sær ein harðan dyst, men gevur tó danska SAS-stjóranum rætt í, at nýggja kappingin helst fer at hava ein stimbrandi virknað á ferðafólktalið.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, heldur ikki, at SAS hevði marknaðarført seg so ógvusliga, um ætlanin ikki var at vinna eina kapping.
– Tað verður hørð kapping, men eg vænti eisini øking í samlaða talinum av ferðandi, sigur Jóhanna á Bergi.
Tað var Tjóðveldi á Fólkatingi umboðað av Magna Arge, fólkatingslimi, ið skipaði fyri ráðstevnuni í dag. Hon hevði heitið “Luftfarten og udkanten – et perfekt match eller et nødvendigt onde?”, og nógvar áhugaverdar framløgur vóru á skránni.
Onkrar av hesum fer 14. september at tríva í næstu dagarnar.

Eisini danski flutningsmálaráðharrin Ole Birk Olesen segði nøkur orð.

Fitt av fólki – mest flogvinnufólk, politikarar og tíðindafólk – var møtt upp til hoyringina.