Kann vera vandamikið at innflyta gras og urtir

Erla í Brekkustovu lívfrøðingur sigur, at tað kann vera vandamikið fyri føroysku náttúruna at innflyta blómur og gras til Føroyar. Tað kann eitt nú hava umhvørvisligar avleiðingar um flagtekjan til Glasir verður innflutt, eins og tað er líkt til. 

– Við vespunum tosar tú um, at tú flutti tær inn við grasinum til fótbóltsvøllir, sigur Erla í Brekkustovu, ið er adjunktur í lívfrøði. Hon heldur ikki tað er ábyrgdarfult, tá ið landið flytur stórar nøgdir av flagtekju inn í landið til at brúka á Glasi, eins og løgtingið samtykti eykajáttan til fyri kortum.

– Tað er heilt vist, tá ið tú innflytur tílíkar nøgdir av grasi til Føroya, at tað kemur okkurt nýtt slag við tá eisini, sigur Erla í Brekkustovu, ið tó vísir á, at tað ikki er altíð, at tílíkt kann vaksa í Føroyum, og so doyr tað, ímeðan í øðrum førum tekur tað yvirhond.

Landsverk fekk ikki váttað við vissu, um Sedrumgrasið, ið skal nýtast í sambandi við flagtekjuna á Glasi, er føroyskt ella útlenskt, men eftir øllum at døma er talan um gras, ið má innflytast. Erla í Brekkustovu sigur, at hon hevur roynt at kanna málið, og hon heldur Sedrumgrasið allarhelst er útlendskt, og tað kann vera vandamikið at innflyta gras.

– Tað kann vera ymiskur ringormur í grasinum, ið er ringur fyri seyð, hund ella kanska menniskju. Tað ber ikki til at vita og als ikki til at hava tamarhald á, hvat kann koma við tí, vit innflyta, sigur Erla í Brekkustovu. Hon sigur, at tað saktans kunnu vera ymiskir sníkar í grasi og blómum, ið verður innflutt.

Erla í Brekkustovu sigur eisini, at tað tykist, sum onki eftirlit er við innflutningi av mold og urtum í Føroyum sum heild. Hon vísir á, at onnur lond ansa væl eftir, at til dømis blómur ikki verða innfluttar, ímeðan tað virkar púra frítt í Føroyum.

– Eg havi eisini júst hoyrt um, at nú verða skipaðar ferðir til útlond at keypa urtapottar gjørdar, sigur Erla, ið heldur tað verða púra burturvið, at onki verður gjørt fyri at tálma tílíkum innflutningi, júst tí vit onki tamarhald hava á, hvat kann koma við urtunum.