Kári P og Benjamin í Spaniastovu

Tveir úrmælingar – umboðandi tvey ættarlið – syngja og spæla í Spaniastovu leygarkvøldið 20.mai kl 22.

Kári P hevur í fleiri áratíggju verið ein av mest virdu yrkjarum í Føroyum. Og sum tann fyrsti listamaður fekk Kári P í 1995 virðisløn  M.A. Jacobsens fyri LP’irnar “Vælferðarvísur” frá 1978 og “Hinumegin Ringvegin” frá 1991. Í 2010 fekk Kári P Mentanarvirðisløn Landsins.

Fleiri av yrkingum hansara eru fólkaogn og munnu Súrligar nætur í Keypmannahavn og Kalli Katt vera millum teir best umtóktu sangirnar.

Hóast ungur hevur Benjamin í fleiri ár verið viðurkendur sum ein av Føroya bestu tónleikarum. Hann hevur eisini fingið góða umtalu í útlondum.

Benjamin hevur frá 2008-20015 givið út fløgurnar: Benjamin (2008), Ghost With Skin (2011), AVE (2014) og Parfume Variations (2015).

Á FMA 2015 varð Benjamin tilnevndur til Ársins nýggi bólkur/Einstaklingur, Ársins útgáva innan Rokk/Popp bólkur, Ársins Bólkur/ Einstaklingur og Øskuhav ársins tekstur.