Katalanska støðan ógreið

Í dag var aftur væntað, at Puidgemont fór at greiða frá um Katalonia fór at loysa ella ikki. Í morgin atkvøður senatið í Spania um átøk ímóti Katalonia. 

Sambært ymiskum altjóðamiðlum, vóru nógv fólk savnað uttan fyri stjórnarbygningin í Barcelona, har forsetin í Katalonia, Charles Puidgemont skuldi halda røðu í dag. Summi høvdu væntað, at hann fór at boða frá, at Katalonia hevði loyst, áðrenn senatið í Spania skal atkvøða um at seta §155 í gundlógini í verk í morgin. Um senatið setir §155 í verk, merkir tað, at Katalonia missir sjálvstýrið, og forsætisráðharrin í Spania fer allarhelst at taka ræði á katalansku løgregluni og lýsa landslutaval at vera í Katalonia. Tí varð roknað við, at um Puidgemont ikki lýsti Katalonia at vera fullveldi, fór hann at útskriva val, fyri at forða spansku stjórnini í at gera tað.

Men tíðliga seinnapartin í dag var greitt, at fólkið, ið var savnað uttan fyri bygningin, var komið til fánýtis. Tí røðan hjá Puidgemont var útsett uttan nærri frágreiðing.

Puidgemont hevur allatíð heitt á sponsku stjórnina um at koma til samráðingarborðið, tí katalanska fólkið hevur atkvøtt fyri loysing. Hann lýsti fullveldi, tá ið 90 prosent av teimum, ið høvdu verið á vali, valdu loysing. Men stutt eftir at hann hevði lýst fullveldi, steðgaði hann ætlanunum um at stovnseta fullveldið og heitti á spanskar myndugleikar um at koma til samráðingar, soleiðis at farast kundi undir friðaliga tilgongd í staðin.