Katalanska tingið kunngjørt loysingina

Fyri stuttum kunngjørdi katalanska tingið loysingina frá Spaniu. Spanska tingið skuldi atkvøða um at taka fult ræði á katalanska landspartinum.

Fyri fáum minuttum síðan skrivaði BBC, at katalanska landspartatingið hevði staðfest fólkaatkvøðuna frá 1. oktober og sett loysingina frá Spaniu í verk.

Í dag skuldi spanska tingið atkvøða um ætlanna at seta §155 í verk og geva sponsku stjórnini rætt at taka ræðið av katalanska landspartatinginum. Sum skilst er viðger tingið í Spaniu enn málið.

Tað má sigast at vera óvist, hvat fer at henda nú. Spanski forsætismálaráðharrin hevur sagt, at um Katalonia loysir, verður Spania noytt at taka ræðið á landspartium, ímeðan forsetin í Katalonia hevur heitt á sponsku stjórnina um at koma til samráðingarborðið.

Í gjár útilokaði Charles Puidgemon, forsetin í Katalana at útskriva nýtt val til landspartatingið, men tað er allarhelst ætlanin hjá forsætismálaráðharranum í Spania at gera júst tað.

Dagført: Spanski forsætismálaráðharrin bað spanska fólkið um ikki at leypa framav, tí stjórnin fór at endurskapa fólkaræði, lóg- og landaskil í Kataloniu.

Í katalanska tinginum var stórur meiriluti fyri loysing. 70 atkvøður vóru fyri 10 ímóti, men allir flokkar vóru ikki í tinginum, tá ið avgerðin varð tikin.