Katalonia stevnir móti loysingini

Fyrsta oktober fara katalanar á fólkaatkvøðu um loysing frá Spania. Harðenda mótstríðið hjá sponsku myndugleikunum móti loysingarfólkinum í Katalonia, er sum afturljóð úr gamla fasistaveldinum, ið gjørdi, at Katalonia taldist millum mest kúgaðu tjóðirnar í heiminum. 

Brandar Heðinsson hevur skrivað, 

Níggjutúsund spanskir politistar ganga á hesum døgum í gøtunum í Katalonia – sekstúsund aðrir eru klárir at hjálpa, um fólkaatkvøðan verður hildin. Mesta av valdinum, sum heimastýrið í Katalonia hevur havt, hava sponsku myndugleikarnir avtikið, samstundis sum fleiri loysingarpolitikarar eru settir í varðhald av sponsku løgregluni.
Spanska hernaðarvaldið hevur boðað frá, at fleiri vatnkanónir og onnur hernaðarútgerð eru ávegis úr Spania og verða klár at nýta ímóti einum og hvørjum, sum hóast alt ætlar sær á val. Fólkaatkvøðan hin 1. oktober er hin fjórða royndin at halda eina demokratiska fólkaatkvøðu síðan 2014.

Fjórða royndin at atkvøða síðani 2014 
Í novembur 2015 varð ein óbindandi fólkaatkvøða hildin, hóast mótstøðu frá sponksu myndugleikunum, har luttøkan á atkvøðuni var umleið 2 milliónir. Atkvøðan vísti ein greiðan meiriluta á umleið 80% fyri at stovnanseta tað katalanska tjóðveldið
Spaniólar hava annars erpað sær av teirri óvanliga góðu demokratisku gongdini í landinum, síðan fasistavaldið fall í 1975. Hóast frælsisbólkar sum ETA hava ført eitt vápnað fullveldisstríð móti Spania, hava myndugleikarnir í Madrid kýtt seg fyri at fáa ymisku tjóðirnar, sum liggja undir Spania, at trívast. Millum annað við at viðurkenna ymisku málini, gevast við statsskipaðu hópdrápinum av tjóðskaparfólki og við at lata ymisku londunum eitt ávíst heimastýri.
Men nógv óttast núverandi gongdina, sum minnir fólk á ræðuleikarnar, tá ið fasistaveldið við Fransisco Franco á odda bannaði katalanska málinum, avtók lokalu myndugleikarnar og forfylgdi og týndi túsuntals av øðrvísi hugsandi fólki.

Hóast ákærur um brot á katalanska fólkarættin, roynir høgra-stjórnin í Madrid at rættvísgera framferðarhátt sín við at vísa á, at fólkaatkvøðan er ímóti sponsku grundlógini, og at spanski hægstirætturin hevur fordømt hesi fullveldisroynd. Handtøkan og forfylgingin av loysingarfólki í Katalonia er tískil ikki ódemokratisk, siga myndugleikarnir, men ein roynd at verja fólkaræðið í Spania við at nokta katalonum møguleikan at velja loysing. Hetta er helst uttanumtos, og veruleikin er helst heldur tann, at Spania ikki vil lata økið og valdið frá sær. Katalonia er hin ríkasti parturin av spanska Iberia, og katalanska fullveldið fer harvið at fáa stórar avleiðingar við sær fyri spanska búskapin. Í landspartinum búgva 16 prosent av sponsku tjóðini, og tey standa fyri 19 prosentum av sponsku bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ).

Fólkaatkvøða við ella uttan spanskt samtykki 
Vandi er fyri, at um katalonar loysa, so vantar lítið í, at aðrir iberiskir landslutir fara sama veg, eitt nú Baskaralandið, og tað ræðir óivað eisini spanskar myndugleikar. Imperialistaveldið sum fyrr ráddi yvir heimspartum, stríðist nú fyri at varðveita valdið á evropeiisku hálvoynni, sum Spania seinastu mongu árini hevur býtt við Portugal. Men óansæð hvat spaniólar eru klárir til ella ikki, eru loysingarfólkini í Katalonia klár til at taka við valdinum í egnum landi. Fólkaatkvøðan, leggur katalonska sjálvstýrisstjórnin áherðslu á, verður hildin: við ella uttan spanskt samtykki!

Veljarakanningar hava víst meiriluta fyri at varðveita sambandið við Spania, men nú byrja vend at koma í, so meiriluti er fyri loysing, ímeðan 1. oktober nærkast í hvørjum. Brennandi spurningurin er, hvussu vallutøkan fer at verða á fólkaatkvøðuni. Hevur spanska hjáveran stygt veljarar burtur, ella fer øll spanska mótstøðan at eggja fleiri loysingarfólkum á val?
Fullveldisflokkarnir eggja fólki at fara á val, og fótbóltsliðini F.C Barcelona, Espanyol og Girona mæla somuleiðis øllum til at fara á fólkaatkvøðu og velja loysing. Spanski atburðurin í Katalonia hevur elvt til altjóða rumbul, og spanska miðstaðarstjórnin fær nógvar atfinningar frá fólkaræðisligum felagsskapum, loysingarflokkum og ikki minst frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Ótti er fyri at stríð veruliga kann taka seg upp og í ringasta føri føra til, at spanska uppíblandingin kann kosta mannalív.