Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, gjørdist 50 ár í gjár.
Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, gjørdist 50 ár í gjár. Dagurin varð hildin saman við vinum og familju. Katrin Kallsberg varð fyrstu ferð vald í Føroya løgting á seinasta løgtingsvali í 2015, og síðan samgongan bleiv skipað sama ár, hevur hon verið formaður í trivnaðarnevndini, umframt at hon hevur verið limir í mentanarnevndini og varalimir í rættarnevndini.
Katrin Kallsberg er útbúgvin serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp. Hon hevur umframt at starvast í Føroyum, har hon er yvirlækni, eisini starvast í Noregi, har hon var undir útbúgving til serlækna.
Katrin Kallsberg hevur eisini verið forkvinna í javnstøðunevndini, og eru javnstøðumál eisini ímillum hjartamálini hjá Katrini á tingi.
Fjúrtandi ynskir Katrini tillukku við teimum 50 árunum, og vit vóna, at hon hevði ein góðan dag.