Kazuo Ishiguro vann Nobel virðislønina í bókmentum

Bretski rithøvundurin, Kazuo Ishiguro hevur vunnið Nobelvirðislønina í bókmentum 2017. 

Kazuo Ishiguro, ið er føddur í Japan, men uppvaksin í Bretlandi, vann Nobelvirðislønina í bókmentum í 2017. Rithøvundurin hevur skrivað átta skaldsøgur, men er kanska serliga kendur fyri bøkurnar The Remains of the Day og Never Let Me Go, sum vórðu gjørdar til film.

Rithøvundurin sigur við BBC, at hann er errin og glaður um virðislønina, tí hon gevur ábendingar um at vera á somu leið, sum teir bestu rithøvundarnir.

Les meira um Kazuo Ishiguro her