Kendur sambandsmaður ynskir breiða semju

Í lesarabrævi finst Johan Dahl á bæði samgongu og andstøðu fyri arbeiðslagið við fiskivinnunýskipanini. Boðskapurin er tó, at Sambandsflokkurin skal gerast seriøsur viðspælari til breiða semju. 

Síðan samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september í 2015, hevur stríð verið um at fáa fiskivinnunýskipanina ígjøgnum. Og føroyskum politikki líkt, hevur gingið striltið at fáa nakra breiða semju í lag.

Samráðingar vóru leingi við Sambandsflokkin og eftir tíðindunum, sum bórust um samráðingarnar, var lítið í væntaði í, fyri at semja varð funnin ímillum partarnar. Sambandsflokkurin valdi tá, eins og føroysk politisk søga tilskilar, at taka lætta andstøðuleiklutin á seg, ístaðin fyri at halda fram við samráðingunum. Bæði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, og næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Magni Laksáfoss, hava boðað frá, at tað restaði lítið í, at semja varð funnin.

Í lesarabrævi í gjár heitir fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin á sín egna flokk um at arbeiða fyri eini breiðari semju.

– Sambandsflokkurin eigur nú at vísa samfelagsábyrgd og gerast ein seriøsur viðspælari í sambandi við fiskivinnunýskipanina, sigur Johan Dahl millum annað í lesarabrævinum.

Hann heldur sjálvur, at arbeiðslagið hjá samgonguni ikki hevur verið gott, men hann heldur eftir øllum at døma, at Sambandsflokkurin fór ov tíðliga frá samráðingarborðinum.

– Sambandsflokkurin fekk 6.046 atkvøður til seinasta løgtingsval og er ein av størstu flokkunum, sum tí eigur at traðka í karakter og vísa ábyrgd í hesum málinum. Tað er lætt bara at siga nei uttan at hava nakað sjálvur at bjóða uppá, men hesin politiski nei-atburðurin hevur eisini eina avleiðing og við hvørt eina katastrofala avleiðing upp á longri sikt, sigur hann millum annað.

Spennandi verður, um Sambandsflokkurin fer at vísa samráðingarhug. Samgongan hevur ferð eftir ferð sagt, at hon vónar at fáa eina breiða semju, men at ein breið semja ikki bara verður gjørd fyri at gera hana. Við øðrum orðum vil samgongan ikki geva øll síni áhugamál, fyri at semja skal røkkast.

Les alt learabrævið her