Kennir serliga ábyrgd fyri vinnulívinum í Norðoyggjum

Í nýggja fiskivinnuuppskotinum er antitrustið hækkað, soleiðis at verandi vinnuaktørar helst ikki verða ávirkaðir av tí. Óluva Klettskarð hevur arbeitt fyri, at antitrustið skuldi hækka. 

Nakrar broytingar vóru í nýskipanaruppskinum í fiskivinnuni, ið varð lagt fyri tingið týsdagin, ímun til tað uppskotið, ið varð lagt fram áðrenn ólavssøku. Millum stóru broytingarnar er hækkingin í antitrustinum. Um uppskotið verður samtykt, kunnu einstakir aktørar eiga 35 prosent av hvørjum skipabólki. Ein, ið hevur arbeitt fyri, at antitrustið skuldi hækka, er Óluva Klettskarð.

– Tað hevur havt stóran týdning fyri meg í samráðingunum at fáa hækkað antitrustið. Tað kemst av tí, at smærri partar inni í stórum samtøkum hava havt trupult við at sleppa inn at bjóða, sigur Óluva Klettskarð.

Hon vísir á, at antitrustið ikki er afturvirkandi. Tað vil siga, at um okkurt reiðarí er ov stórt ímun til lógarmarkið, er ikki álagt teimum at minka niður á ásetta markið. Ein fyritøka, ið er yvir antitrustinum, fer ikki at kunna bjóða upp á langtíðarrættindi á uppboðsølu, men kann eins og allar aðrar fyritøkur bjóða upp á stutttíðarrættindi.

– Antitrustið er ikki afturvirkandi, so stóru reiðarafyritøkurnar skulu ikki minka. Men í summum førum raka tey loftið fyri at kunna bjóða, og eg metti ikki, at tað var í lagi, at hesi smáu feløg møguliga vórðu revsað og kundu koma illa fyri. Tí vildi eg hava antitrustið fyri ávísan fiskabólk at hækka. Hetta fyrst og fremst tí, at hesi skip og reiðarí hava roynt at virka í verandi skipan, og tey hava verið noydd til at tillaga seg, og tað skulu tey ikki revsast fyri, sigur Óluva Klettskarð, ið sipar til at smá feløg ofta hava keypt skip saman við størri fyritøkum.

Lógaruppskotið sigur, at “Rættindahavarar kunnu einsamallir, ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, í mesta lagi hava” ræði á 35 prosentum av hvørjum fiskabólki. Tí høvdu smáar fyritøkur, ið eiga skip saman við størri fyritøkum, helst verið raktar av markinum.

Kennir serliga ábyrgd fyri Norðoyggjum 
–  Sjálvandi kenni eg ábyrgd av vinnulívinum í Norðoyggjum. Mítt krav hevur alla tíðina verið, at vælvirkandi vinnulív skal sleppa at virka so ótarnað sum gjørligt. Tí er parturin, sum verður boðin út, so lítil, hóast nógv í samgonguni vildu havt hann at verið nógv størri, greiðir Óluva Klettskarð frá.

Samgongan hevur verið undir hørðum atfinningum í millum annað Norðoyggjum. Andstøðupolitikkarir hava lagt samgonguna undir at taka ov nógvar pengar úr vinnuni í Klaksvík, men Óluva Klettskarð vísir á, at hon hevur arbeitt hart fyri, at onki virkandi vinnulív skuldi ávirkast ov nógv av uppskotinum. Tí hevur hon arbeitt fyri at hækka antitrustið, og at uppboðsøluparturin ikki skuldi vera ov stórur. Hon heldur hinvegin, at tað er skeivt, tá ið reiðarar og fólk í fiskivinnuni annars verða gjørd til offur.

– Eg hoyri ikki til tann bólkin, ið gera fólk í fiskivinnuni til stakkaladýr. Eg havi stórt álit á og sterka tiltrúgv til bæði fiskimannin og reiðaran. Eg ivist ikki í, at teirra ídni og dugnaskapur fer at fáa hetta at bera til. Fleiri ungir hugagóðir menn hava bíðað eftir nýskipanini, so nú er at vóna, at vit ikki læsa ov nógv fast í uppskotinum, sigur Óluva Klettskarð at enda.

 



Related Posts