Í sambandi við at Klaksvíkar bókasavn verður 65 ár, verður hátíðarhald og framsýning á savninum.
Í dag, mánadagin 4. septembur ber til at koma á Klaksvíkar bókasavn til ein kaffimunn og okkurt gott afturvið. Tað sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.
Tað var annars 3. septembur, at bókasavnið hevði 65 ára dag.
John Reid Bjartalíð var undangongumaður at seta savnið á stovn, og hann starvaðist eisini á bókasavninum í mong ár. Bókasavnið húsaðist fyrst í hølum úti í Búðunum, har KFUM og K hevði havt høli. Bókasavnið leigaði síðani ymsastaðni í býnum, áðrenn bókasavnið flutti undir egna lon á Biskopstøð í 1977. Har heldur bókasavnið framvegis til.
Í sambandi við 65 – ára haldið er framsýning sett upp. Framsýningin lýsir søguna hjá savninum, og verður hon at síggja alla vikuna.