Kom og pissa í saltan sjógv

Í kvøld skipa Unga Tjóðveldið  Sosialtistisk Ung fyri tiltaki um fiskivinnuna, har høvi verður at pissa í saltan sjógv og søkja um fiskiloyvi. 

Tíðindaskriv frá Unga Tjóðveldinum og Sosialistisk Ung

Tikið verður ofta til, at hevur tú ikki pissað í saltan sjógv, so er tín meining um fiskivinnunýskipanina ikki eins nógv verd, sum hinar. Hetta ætla vit okkum at gera okkurt við. Tí vilja vit í Unga Tjóðveldinum og Sosialistisk Ung geva øllum kjans at pissa í saltan sjógv.

Samgongan hevur akkurát fingið ein frammaná í veljarakanning, men hetta steðgar ikki ungmannafeløgunum. Hóskvøldið kl 19:30 skipa vit – sum rættir Havna-akademikara-ungmannafeløg – fyri fiskivinnukafé, har tú kanst pissa í saltan sjógv, fáa útlutað fiskiloyvi og mangt annað. Tiltakið verður í Gallarí 14 klokkan 19.30.

Vit vilja varpa ljós á fiskivinnuna, og hvønn týdning tað hevur, at vit fáa nýskipanina, sum fyriliggur, samtykta. Vit vilja verða eitt sindur sjálvironisk, við at vit eru havnafólk, ið ikki hava pissað í saltan sjógv áður. Vit vóna, at fleiri – ung sum gomul – venda leiðina oman í Gallarí 14 hóskvøldið kl 19:30,” sigur Hervør Pálsdóttir, ein av fyriskiparunum.

Mergjaðar kvinnur, so sum Óluva Klettskarð, Elsa Berg og Karin Reginsdóttir Joensen koma at røða. Tað verður eitt rættiligt hugsjónarkvøld, har týdningurin av, at skipanin verður broytt, verður lýstur.