Í skúlanum á Trøllanesi verður áhugaverd konsert mánakvøldið 24. juli kl. 20 við donsku Kristinu Annu.
Tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu, Kristina Anna er singer/songwritari úr Århus. Hon dugir at kveikja eitt súgvandi og sigandi frásøgurúm við lætta tónleiki sínum og viðkomandi tekstum um kærleika og nærsambond. Tónleikurin kann tykjast hava røtur í fólkatónleikinum, men hevur greiðar tilsipingar til danskar pop-siðvenjur, har kvinnur eisini hava sett síni týðiligu spor. Røddin á Kristinu Annu er løtt við eini samanrenning av barnalyndi – tó við vaksnamannaroyndum. Henda dragandi samanrenningin er eggjandi fyri lurtaran, sum við tónleikinum lættliga letur upp fyri grundan í einum viðkomandi og livandi alheimi. Tó at Kristina Anna kann tykjast sum ein av mongu donsku kvinnuligu sangskrivarunum, ger hennara serstaka, máttmikla og poetiska rødd Kristinu Annu til eitt listarfólk við serstøkum eyðkenni. Mánkvøldið 24. juli 2017 kl. 20 verður konsert í skúlanum á Trøllanesi, har Kristina Anna framførir samman við tveimum kvinnuligum tónleikarum: Annemarie Jensen (keyboard og sang) og Johanne Andersson (cello og sang). Sam siglir av Syðradali kl. 22.35. |