Konsert og dansur á Sjómannadegnum

Tá Sjómannadagurin er liðugur, verður eitt brak av eini konsert og dansi í tjaldinum í Klaksvíksgarðinum, við rokklegenduni Jørgin Dahl og Flemish Kapparanum Anfinni Nielsen saman við Rana Nolsøe Band.

Á skránni vera øll megahittini hjá teimum báðum frá 70’unum og 80’unum at hoyra.

Tað verður Rani Nolsøe Band, sum hitar upp við nøkrum av teimum góðu Frændur hittunum. Har spæla gittar snillingurin Mikkjal Hvannastein, bass stjørnan Jógvan Fróðin Baldvinsson, metronomurin Jens Pauli Joensen og Frændur rokkarin Rani Nolsøe.

Síðani verður tað Jørgin Dahl, sum kemur í front við flestu løgunum frá ‘Komið øll við’ í 1974 til ‘Well Allright’ í 1978.

Eftir tað er Anfinn Nielsen á skránni við øllum tí besta frá ‘Í skúri’ í 80’unum til ‘Sirkus Tinganes’ í 00’unum.

Kvøldið endar við einum braki av eini felags framførslu.

Konsert og dansikvøldið verður leygarkvøldið tann 19. august og byrjar stundisliga kl. 23:00 og endar kl. 02:30.

Atgongumerki á kr. 200,- fáast á atgongumerki.fo og við dyrnar.